Hvítabjørn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hvítabjarnir

Hvítabjørn (latínskt: ursus maritimus) er stórt loðið ránsdjór av bjarnarætt. Hvítabjørn heldur til í Arktis. Skinnið er ógvuliga tætt og oljut, og undir húðini er eitt tjúkt lag av fiti. 30 kuldastig passar hvítabjørnini allarbest. Og hóast tað frystir 40 stig, frystir hon ikki. Og tað ger hon heldur ikki, tá ið hon svimur í tí kalda sjónum. Inntil fyrst í 1970­unum var loyvt at skjóta hvítabjørn. Men tá var talið av bjarnum so lítið at avgjørt varð at friða hana fyri vinnu­ ligari veiðu. Fyrstu 10­-15 árini eftir friðingina vaks talið av bjarnum nógv, men eftir tað hevur stovnurin næstan staðið í stað. Í dag eru bara einar 20.000 hvítabjarnir til.

Hvítabjørn er ránsdýr, sum drepur onnur dýr. Hon er eisini vandamikil fyri fólk. Hvítabjarnir drepa millum fimm og tíggju fólk hvørt ár.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið