Jump to content

Longyearbýur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Longyearbyen)

Coordinates: 78°13′N 15°39′E / 78.22°N 15.65°E / 78.22; 15.65

Longyearbýur
Miðbýurin í Longyearbýnum, Svalbard
Miðbýurin í Longyearbýnum, Svalbard
Coat of arms of Longyearbýur
Coat of arms
Motto: "Unique, secure, and creative"
Coordinates: 78°13′N 15°33′E / 78.217°N 15.550°E / 78.217; 15.550
Fullveldisríki Noreg
Territory Svalbard
Island Spitsbergen
Stovnaður 1906
Innlimaður 1. januar 2002
Stjórn
 • Borgarstjóri Christin Kristoffersen (Arbeiðaraflokkurin)
Fólkatal (2008)
 • Tilsamans 2 040
Heimasíða http://www.lokalstyre.no/

Longyearbýur er størsti býur á Svalbarði og liggur í Longyeardalen á vestursíðuni á oynni Spitsbergen. Í Longyearbýnum er útvarpsstøð, skúli, skjúkrahús, bókasavn og biohøll. Heimsins norðasti býur, Longyearbýurin, varð bygdur í sambandi við námsvinnu. Har eru nógvar matstovur, og miðalaldurin er lágur. Tað kemst av at har eru nógv lesandi og universitetið virkar sum kjarnin í býnum. Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið.

Her búgva 2500 fólk, og sagt verður, at 3000 ísbjarnir eru í nærumhvørvinum.

Tað var entreprenørurin, John Munro Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906, men býurin varð oyðilagdur av týskarum hin 8. september í 1943. Longyearbýurin varð endurbygdur aftur eftir Seinna heimsbardaga.

Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í 2017 máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum. Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir.

Seinastu hevur stórur vøkstur verið í talinum á skrásettum feløgum á Svalbard, serliga innan ferðavinnu. Seinastu árini hevur tað eydnast stjórnini at víðarimenna samfelagið í Longyearbýnum við millum annað at leggja ferðavinnuna betri til rættis. Serliga stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni, sum er komin til Svalbard sjóvegis. Ferðavinnan í Longyearbýnum á Svalbard hevði 85 milliónir danskar krónur í inntøku frá reikferðavinnuni (cruiseskipum) í 2018. Í 2022 vóru eisini tvífalt so nógv charterflogfør á flogvøllinum í Longyearbýnum sum í 2019. Tað er serliga í sambandi við tey mongu cruiseskipini, sum koma til Svalbard, at flogferðslan eisini veksur.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið