Lomvigi
Lomvigi | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Lomvigi ella lomviga (frøðiheiti - Uria aalge) er svartur sjófuglur. Sagt verður, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu. 31. juli sigst lomvigin aftur leggja frá landi. Loyvt er (í 2007) at skjóta lomviga frá 1. oktober til 20. januar. er svartur omaná, hvítur í neðra. Summir hava eina hvíta striku aftur frá eyganum; teir eru sama slagið sum hinir, men eru oftast stórir. Fyrst í juni hevur lomvigin vorpið, eittans egg, stórt eftir fuglinum. Frá tí tjúkkasta smalkast tað beint og javnt móti hinum klænra endanum, sum er óvanliga spískur; eggið rullar tí ikki beinan veg, men heldur runt í ring, og tað man mangan hava bjargað teimum frá at fara út av rókini. Frá 5. til 8. juni fara menn at ræna, t. e. at taka eggini. Í stórum línum síga teir langt niður í bergið — í Skúvoy um 80 favnar, — og har, sum loft er, gera teir stór reiggj út og inn. Eggini eru vøkur, frá fagrasta grøna til bleikgrønt og stundum hvítt, sett við dimmum blettum og strikum, sum gera tey ólík hvørjum øðrum. Orðið gongur, at aldri finnast tvey lomvigaregg, sum eru meinlík á liti. Summi sýnast at vera einlitt grøn, men hyggur tú gjøllari eftir, so sært tú altíð onkun dimman blett, sum ger eitt frámerki.
Skúvoy og Dímun eru bestu lomvigalondini í Føroyum. Skúvoyingar fáa so nógv egg útyvir tað, teir brúka sjálvir, at teir fara við heilum bátsfarmi til Havnar at selja. Skjótt verpur lomvigin aftur, og hann vermir í rúmar 4 vikur. Ungfuglurin situr hesa tíðina niðast við sjógvin; hann er kallaður hellufuglur og verður tikin av báti við fleygastong. Nú pisurnar eru útkomnar, flúgva teir gomlu javnan við nebbasild í nevinum. Tá ið ein lendir á rókini, eru nógv opin gap uttan um hann, men hin gamli kennir væl unga sín. Dúnaða pisan er brúnlig omaná, grá-sprøklut um háls og síður, hvít í neðra. Um miðjan juli kemur fyglingin fyri. Við eini stuttari stong og stórum neti gongur fyglingarmaðurin eftir rókini, varliga framat, har sum lomvigin situr tættur. Har leggur hann netið omanyvir og kann fáa nógvar í tað, um 5—8 man vera tað vanliga, 10—15 er væl fingið, og 20 má sigast nógv, tó at tað hevur hent at fingið 60. 1000 lomvigar kann ein kringur fyglingarmaður fáa ein góðan dag. Men við hetta lag misfarast nógvar pisur. Tí hava teir summstaðni lagt fyglingina av og fleyga nú í staðin. Í flognum er lomvigin ikki so snúiligur sum lundin og tí betri at fleyga.
Fyri ólavsøku eru pisurnar floygdar. Mest um kvøldið síggjast tær fara av rókini, ein lítil fyrst og tveir stórir — faðir og móðir — hvør sínumegin aftanvert við hana. Har, sum stór urð er undir, bera tey gomlu ofta ótta fyri at hin lítla fer ikki at vinna út á sjógv, og so við og við geva tey henni tá eitt stump uppeftir. Eisini á sjónum halda tey saman fyrru tíðina. Ber okkurt, sum t. d. ein fles, upp ímillum, so tey ikki síggja hvørt annað, so ljóðar í heilum karr karr karr øðrumegin og pi pi pi hinumegin, til tey hittast aftur. Umframt við fygling og fleygi verður nógvur lomvigi fingin við snaru. Snaran er ein flaki av viði við nógvum lykkjum av faksi omaná, og lomvigin, sum altíð dámar væl at sita á rekaviði, fer upp á hann, men fær so føturnar fastar í lykkjurnar. Eisini verður nógvur lomvigi skotin víða um á sjónum. Og tó hevur hann heldur nørst enn minkað í seinnu tíðini. Um veturin ferðast hann um langt úti á havinum. Nakrir síggjast tó her; tá er hann bleikgráur framman á hálsinum og upp í vangarnar. Sama lit hevur steffan, t. e. pisan, tá ið hon er komin á sjógvin.[1]
Slag
[rætta | rætta wikitekst]- Uria lomvia (Íslandslomvigi)
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.