Loðin mammutur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Lodnir mammutar, tekning.
Loðin mammutakálvur, funnin í russisku permafrostini.

Ein loðin mammutur ella loðfílur (frøðiheiti:Mammuthus primigenius) er eitt útdeytt, loðið fílaslag ið livdi í Norðurevropa, Asia og Norðuramerika fram til seinastu ístíð. Nógv fílabein og beinagrindir eru funnin í jørðini og eisini á havbotninum í Norðsjónum, og enntá eru einstakir heilir mammutar funnir í permafrystu jørðini í Siberia. Eitt lágvaksið undirslag livdi á sibirisku Wrangelloynni fram til uml. ár 1.700 f.kr.