Leiden
Appearance
| Flagg | |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Vídd: | 23,16 km² |
| Íbúgvar (2014): | 121 224 |
| fyri km²: | 5 234/km² |
| Tíðarzona: | UTC +1 |
| Heimasíða: | leiden.nl |
Leiden er ein býur og kommuna í landslutinum Suður Hollandi í Niðurlondum. Fólkatalið í kommununi er umleið 121.200. Saman við forstøðunum Oegstgeest, Leiderdorp, Voorschoten, Valkenburg, Rijnsburg og Katwijk er býurin Leiden eitt tætt fólkað býarøki við umleið 254.000 íbúgvum. Leiden er bygdur á Oude Rijn umleið 20 km frá Haag og 40 km frá Amsterdam.
Leidens Universitet varð stovnað í 1575 og er harvið tað elsta í Niðurlondum.
Hollendski listamálarin Rembrandt varð føddur í býnum í 1606 og búði har til 1624.

