Laila av Reyni
Laila av Reyni er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, mótasniðgevi, undirvísari og innanduraarkitektur. Hon hevur verið mest kend fyri at skapa vakrar kjólar, eitt nú hevur tann danska modellin til Miss World 2012 gingið á catwalk í kjólum, sum Laila hevur skapað.[1] Í 2013 gav hon út sína fyrstu solofløgu. Áðrenn tað hevði hon roynt seg sum backing sangara og hevur eitt nú sungið duett saman við Magna á Lakjuni og Stanley Samuelsen.
Laila hevur samstarvað við Gunnar G. Guttesen, tá hon hevur skrivað sangirnar. Niclas Johannesen spælir el-guitar, Angelika og Anna av Váli Smith spæla strúkarar, eitt ungdómskór úr Kollafirði syngur kór. Gunnar Guttesen spælir øll hini ljóðførini á fløguni. Løgini eru spæld inn í Krisstoff Studio.[2]
Í februar 2016 gav hon aðru fløgu sína út, fløgan hevur heitið Stay.
Í 2019 útgav hon eitt staklag, sum kallast You You.
Frá 2019 til 2022 hevur Laila av Reyni lagt alla orkuna í at gingið allar fjallatopparnar í Føroyum.
Í mars 2022 er hon aftur klár við nýggjum tilfari, talan er um eitt staklag við heitinum Goym Meg og er hetta eitt samstav til Gunnar G. Guttesen og Hans Poulsen.
Dagliga yrki hennara er á Glasi, har hon undirvísir klædnaatstøðingunum.
Laila av Reyni hevur verið við til hetta sum sniðgevi og songkvinna:
1996 - Kór hjá Regin Guttesen
1998 - Solistur á "Enn nakrar tungar gøtur" við M.C. Restorff
2012 - Kjólar til Miss World Danmark Iris Thomsen
2013 - LAILA AV REYNI - Solo útgáva
2013 - Útgávu tiltak í Østrøm
2013 - Kjóla til Miss Earth Danmark, Josefine Mikuta Poulsen
2014 - Infinite - BYRTA Reemix
2015 - Kjóla til Miss Føroyar - Turið Elinborgardóttir
2015 - Gjørt kollektión til Miss Universe Danmark
2015 - Dómari til Miss Universe Danmark
2015 - Kjóla til vinnaran á Miss Universe Danmark Cecilie Féo Feline
2015 - Kjóla til Miss Earth Danmark Turið Elinborgardóttir
2015 - In Another World /Single Tómas Ragnarsson
2015 - Cover - Single
2015 - Kjóla til Miss International Mette Riis Sørensen
2016 - Stay - Solo útgáva
2016 - Gjørt kollektión til Miss Universe Danmark
2016 - Miss International Malene Lausten Hartvigsen
2018 - Glorius - Staklag
2018 - Prinsessu Show á Sundalagsstevnu
2019 - You You - Staklag
2020 - Bitch - Staklag
2022 - Goym Meg - Staklag
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2016 - Stay
- 2013 - Laila av Reyni[3]
Stakløg
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Infinite (Byrta Remix)[4]
- 2014 - In Another World (featuring Tómas Ragnarsson)[5][6]
- 2015 - Cover[7]
- 2015 - Dult[8]
- 2019 - You You
- 2020 - Bitch
- 2022 - Goym meg
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Tilnevnd Ársins nýggi bólkur/einstaklingur á Faroese Music Awards
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Planet.fo, Nýggja fløgan hjá Lailu av Reyni komin á marknaðin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-29. https://web.archive.org/web/20130929130020/http://planet.fo/grein/nyggja_flogan_hja_lailu_av_reyni_komin_marknadin. Heintað 2013-09-26.
- ↑ Kvf.fo, Laila av Reyni kemur við nýggjari fløgu
- ↑ Music.fo[deyð leinkja]
- ↑ "Infinite (Byrta Remix) - Single by Laila Av Reyni on iTunes". https://itunes.apple.com/us/album/infinite-byrta-remix-single/id799429749. Heintað 2015-12-26.
- ↑ In another world - Tómas Ragnarsson & Laila av Reyni, retrieved 2015-12-26
- ↑ "In Another World - Single by Laila Av Reyni & Tómas Ragnarsson on iTunes". https://itunes.apple.com/us/album/in-another-world-single/id1009300841. Heintað 2015-12-26.
- ↑ "Cover - Single by Laila Av Reyni on iTunes". https://itunes.apple.com/us/album/cover-single/id989168802. Heintað 2015-12-26.
- ↑ "Dult - Single by Laila Av Reyni on iTunes". https://itunes.apple.com/us/album/dult-single/id1015678403. Heintað 2015-12-26.