Jump to content

Kápureyð ont

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kápureyð ont


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Tadorna
Slag: T. tadorna

Kápureyð ont (frøðiheiti - Tadorna tadorna) eigur vanliga við strendurnar í Vesturevropa og er eisini langt inn í Ásia. Í Norðuratlantshavi eigur kápureyð ont í Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjum og færri í Hetlandi. Sjáldsamur ferðafuglur í Íslandi og Føroyum, sæst oftast um várið. Kápureyð ont er átøkari gás enn dunnu og flýgur eisini seigligari. Umframt er munurin á bøgu og steggja lítil, men steggin hevur tó nevknóp í bútíðini. Einasti fuglur, kápureyð ont kann verða mistikin fyri, er tannantarsteggin, sum eisini er nógv svartur og hvítur um høvdið. Kápureyð ont er lættfloytt gás, og hon hevur til dømis eisini breiða illreyða rond um bringuna. Bringurondin sæst best upp undir hana, tá ið hon flýgur.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið