Kyros II
Appearance
Kyros II (føddur umleið 576 f.Kr., deyður í juli 529 f.Kr.) eisini nevndur Kyros hin Stóri. Kyros 2. stovnaði Persia og Persararíkið (Akamenide dynastiið) í 557 f.Kr.
Navnið "Kyros" (ein beinleiðis týðing til tað latínska stavraðið úr grikskum Κύρος) er ein griksk versjón av tí persiska Koroush ella Khorvash, sum merkir "Prestiga". Á persiskum merkir khour "sól", meðan vash er eitt ískoyti, sum merkir líkheit. Kyros verður í Gamla Testamenti umrøddur sum ein messias. Eingin veit, um hann og Zarathustra livdu samstundis, men hann verður mettur at vera tann fyrsti zoroastriski valdsharrin.
Kyros stýrdi fyrst sum mediskur lydkongur í "Parsua", men síðan legði hann Mediea undir seg í 557 f.Kr. og kallaði sítt nýggja ríki fyri "Persiea".