Kríggið í Ukraina
Tíðliga um morgunin tann 24. februar 2022 gjørdi Russland innrás í Ukraina. Í flest øllum londum verður russiska innrásin í eystara parti av Ukraina fordømd. Kríggið í Ukraina hevur við sær, at fólk í milliónatalið flýggja til Evropa. Russland krevur váttan fyri, at londini, sum fyrr vóru partar av Sovjetsamveldinum, ongantíð gerast limir í NATO. Eisini krevur Russland at NATO-herdeildir verða tiknar út londunum í Eysturevropa, sum hava mark við Russland. Eitt annað russiskt krav er, at Vesturheimurin gevst at dubba ukrainska herin við vápnum.
Í 2014 var eisini kríggj millum Russland og Ukraina. Russland tók valdið á ukrainsku hálvoynni Krim eftir ein russiskt stuðlaðan uppreistur. Eisini fingu russiskt vinarligar uppreistrardeildir tamarhald á støðuni í ukrainsku landspørtunum Luhansk og Donetsk. Síðan hevur støðan millum Russland og Ukraina verið sera spent. Kreppan tók seg upp aftur i novembur 2021, tá ið Russland flutti umleið 100.000 herfólk til ukrainska markið, og óttin fyri russiskari innrás í Ukraina vaks munandi.
Verandi kreppa millum Ukraina og Russland tók seg spakuliga upp á vári 2021. Um mánaðarskiftið mars-apríl 2021 hevði Russland stórar herdeildir við markið til Ukraina. NATO og londini vestanfyri, sum stuðla Ukraina, mótmæltu harðliga atferðini hjá Russlandi.
Stutt eftir russisku inrásini søktu bæði Finnland og Svøríki um NATO limaskap.