Jump to content

Kristina Clementsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kristina Clementsen og tvey onnur valevni á valplakatum til løgtingsvalið 2015.

Kristina Clementsen (fødd 5. juni 1996) er ein føroyskur politikari, ið stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Tjóðveldi. Áðrenn tað hevði hon verið virkin í Unga Tjóðveldið, har hon er skrivari (2015). Hon fekk 134 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2015 og bleiv nummar 13 á listanum hjá Tjóðveldi.[1] Hon varð ikki vald, men 16. desember 2015 tók hon sæti á tingi sum avloysari fyri Annitu á Fríðriksmørk, ið fór í farloyvi í eina viku. Kristina var tá 19 ára gomul og gjørdist tá yngsti persónur higartil, ið hevur tikið sæti á tingið. Jørgen Niclasen var 20 ára gamal, tá hann fyrstu ferð tók sæti í Løgtinginum og Jákup Sverri Kass var 21 ára gamal.[2] Kristina var liðug við student og varð byrja í starvi hjá meglarafyritøkuni Skyn, tá ið hon tók sæti á Føroya Løgtingi fyri fyrstu ferð.