Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (Klh) var stovnað 6. apríl 1959 og hevur heimstað í Tórshavn. Formaður er Uni Næs, prestur úr Fuglafirði.

Endamál[rætta | rætta wikitekst]

  • At virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t.l.
  • At styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.
  • At mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

Limaskapur[rætta | rætta wikitekst]

Felagið skrivar (seinast í mars 2011) at tey hava gott 1.200 limir. Aldursmark fyri limir er 14 ár.

Slóð[rætta | rætta wikitekst]