Koreakríggið
Koreakríggið | |
---|---|
Dagfesting: | 25. juni 1950 til 27. juli 1953 |
Stað: | Korea |
Partur | |
Suðurkorea | Norðurkorea |
USA | Kina |
Stóra Bretland | Sovjetsamveldið |
Avstralia | Bulgaria |
Frakland | Ungarn |
Ísrael | Pólland |
við fleiri ... | við fleiri ... |
Koreakríggið vardi frá 25. juni 1950 til 27. juli 1953. Í 1945 varð Korea býtt sundur og Sovjetsamveldið hersetti Norðurkorea, og USA hersetti Suðurkorea. Síðan 1948 hava stjórnirar í báðum londum hildið uppá, at tær eru einasti lógligi myndugleiki í øllum Korea. Tá ið hersetingardeildirnar tóku seg aftur í 1949, kyknaði marknastríð ímillum ríkispartarnar, og 25. juni 1950 brast kríggj á. Har varð í 1950 opið kríggj mill um kommunistiska Norðurkorea og kapitalistiska Suðurkorea. Kina stuðlaði Norðurkorea. Í trygdarráðnum í ST varð Norðurkorea mett at vera tað landið, sum leyp á, og ST sendi herdeildir fyri at reka norðurkoreanar út og endurskapa frið í landinum. ST sendi herdeildir at hjálpa Suðurkorea, og túsundtals kinverskir hermenn bardust við Norðurkorea. Herovastin fyri ST-herdeildunum, Douglas MacArthur (1880-1964), vildi sleppa at herja á Kina, men ST-umboðsfólkini vóru ikki sinnað at lata kríggið breiða seg og tóku upp friðarsamráðingar. Bardagarnir vardu harafturímóti sína tíð, og eitt skifti bóru fólk ótta fyri, at okkurt av londunum fór at brúka atomvápn fyri at fáa eina avgerð. 27. juli í 1953 samdust partarnir um at binda frið, eftir at tríggjar milliónir fólk høvdu latið lív ella vórðu vorðin heimleys. Ikki fyrr enn í 1953 vórðu partarnir samdir um eina friðarlinju við 38. breiddarstig, men Korea er enn býtt sundur í tvey, og Norðurkorea er enn eitt avbyrgt, kommunistiskt einræði.