Klaksvíkar Dansifelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Klaksvíkar Dansifelag varð stovnað í 1954.[1] Felagið hevur í dag 220 limir.[2] Formaðurin eitur Heini Mohr. Allar gerðabøkurnar eru til skjals, og tær siga frá eini livandi søgu. Fyrsta nevndin í Klaksvíkar Dansifelag var mannað av: Mourits Olsen Form, Ernst Petersen, Leo Sundberg, Hans A. Petersen, Joen Johannesen, Jákup Matras og Óli Dahl. Heini Mohr hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 20 árini. Líka síðan dansifelagið varð sett á stovn, hevur felagið verið virkið og hevur m.a. bygt felagshúsið Skálan, sum hevur verið nógv brúktur til veitslur og onnur tiltøk í Klaksvík. At dríva eitt virkið felag og halda Skálan í góðum standi krevur sítt. Fyri at fáa orku til hetta arbeiðið, hevur Klaksvíkar Dansifelag javnan bingo og einaferð um árið eitt eydnuhjól.[3] Tá felagið varð stovnað í 1954 var læknastríði í hæddini, og tað sæst eisini aftur í gerðabókunum. Í fyrstu gerðabókini skrivar formaður felagsins, at eftir tógvi stríð og nógvar samtalur við sýslumannin sleppa vit nú at dansa aftur. Undir læknastríðnum var ”forsamlingsforboð” frá myndugleikunum, og tí bar heldur ikki til at savnast til dans. Fyrsti fundurin var 17. oktober 1954 og í fundarbókini stendur at lesa, at orsøkin til at felagið varð stovnað, er tí at føroyski dansurin var við at doyggja út, og vit kunnu siga at feløgini hava gjørt mun, tí støðan er nú fullkomiliga vend. Føroyski dansurin er partur av fólkaskúlanum og stór fjøld av børnum og ungdómi gongur til dans hjá felagnum. Hvørt sunnukvøld dansa 40 til 50 børn og ung.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://sr.fo/klaksvikar+dansifelag.html
  2. http://sr.fo/klaksvikar+dansifelag.html
  3. http://aktuelt.fo/klaksvikar+dansifelag+60+ar.html