Klæmint Olsen (1842)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Klæmint Olsen
Clement Olsen by Else Petersen.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 10. feb 1842 í/á Leirvík
Andaðist 10. mar 1912 í/á Klaksvík
Starv politikari, sýslumaður
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Clement Olsen

Clement "Klæmint" Olsen (føddur 10. februar 1842 í Leirvík, deyður 10. mars 1912 í Klaksvík) var ein føroyskur embætismaður og politikari (Sambandsflokkurin).

Hann var sýslumaður og postnaður í Norðoyggjum 1871–1910 og kommunustýrisformaður fyri Norðoya prestagjalds kommunu 1872–1908. Klæmint Olsen varð valdur inn í Løgtingið frá Norðoyar valdømi 1877–1912, Landstingið 1886–1894 og Fólkatingið 1898–1901. Hann var við til at stovna Sambandsflokkin í 1906.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 331. (PDF)