Kjarrsnigil
Kjarrsnigil | ||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||||||||
|
Kjarrsnigil (danskt: kratsnegl - frøðiheiti: Arianta arbustorum) var fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1880'unum [1], men var so ikki sæddur aftur fyrr enn í 1990'unum [2].
Útsjónd
[rætta | rætta wikitekst]Kjarrsnigilin[3] er størsti snigil við húsa ið verpir í Føroyum*. Hæddin á húsanum er 12-23 mm, breiddin er 15-24 mm og hevur hann 5-6 snúningar. Húsin er litfagur, brúnur við ljósum tvørstrípum og eini døkkari rípu ið fylgir snúningunum. Ein eyðkendur snigil.
Kroppurin er døkkur, stundum svartur, stundum gráligur við ljósari flekkum.
* Seinastu árini eru einstakir lundarsniglar, urtagarðssniglar og burgundarsniglar sæddir her, helst innsløddir við plantum, men tað er ikki staðfest at teir verpa her.
Liviøki
[rætta | rætta wikitekst]Kjarrsnigil finst bara í fáum støðum í Føroyum, har hann sæst í urtagørðum, rabarbugørðum og fram við veitum í bygdum øki. Kjarrsnigilin er plantuetari burturav, men ger ongan skaða í urtagørðum.
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ R. Spärck og S. L. Tuxen, The Zoology of the Faroes, 1928-71
- ↑ http://www.jenskjeld.info/FO_side/indexfo.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-04. https://web.archive.org/web/20160404195900/http://malrad.fo/page.php?l=fo&MenuitemId=81&Id=81&s223=K. Heintað 2016-02-02.