Burgundarsnigil
Burgundarsnigil | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Burgundarsnigil (danskt: vinbjergsnegl - frøðiheiti: Helix pomatia) er størsti landsnigil við skel í Evropa. Burgundarsnigil[1] hevur verið aldur til matna síðan rómverjatíðina, serliga í Fraklandi, harav navnið "Burgundy snail" (Escargot de bourgogne). Til Norðurlond bleiv hann helst innfluttur í miðøldini av katólskum munkum sum ótu hann í føstuni, tá ikki var loyvt at eta kjøt. Í Føroyum varð hann aldur í nøkur ár, men hann megnar ikki at nørast uttandura her, tí føroyska summarið er ov kalt. Hann er eisini innfluttur til einstakar privatar urtagarðar í Føroyum, og er funnin nakrar ferðir sum sløðingur, kanska frá hesum urtagørðum, ella innsløddur við matvørum.[2][3]
Skelin er 30–50 mm breið og 30–45 mm til hæddar, og hevur 5 til 6 snúningar. Liturin á skelini varierar frá rómalittum til ljósabrúnt.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Burgundarsniglar troðast (parast)
-
Burgundarsnigil í ferð við at verpa
-
Burgundarsnigil í vetrardvala við kálkloki á skelini
-
Kókaðir burgundarsniglar (Escargot de bourgogne), klárir at borðreiða
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]