Kjak:Vídd
Appearance
Vídd er nú ikki ein eind, men verður mált í ymiskum eindum! Kanska skulu vit gera ein størri bólk, sum eitir "Støddir og mátieindir"? Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 04:10 (UTC)
- Á donsku og svensku wp liggur greinin um vídd í bólkinum Geometri. Hvat orð er best at nýta á føroyskum fyri geometri? Sprotin sigur: geometri, mátingarfrøði, rúmfrøði. Hvat heldur tú er best av hesum? Vit hava ikki bólkar sum "Mátingar" og "Stødd", tað hava aðrar Wikipediur, eg haldi at eg fari at upprætta hesir bólkar. --EileenSanda (kjak) 9. jun 2015 kl. 05:50 (UTC)
- "Mátingarfrøði" er helst ein góður bólkur til bæði støddir, mátieindir og líknandi. Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 07:32 (UTC)