Kjak:Gyltur Morgun
Viðvíkjandi navninum á flokkinum - Gyltur Morgun ella Gylti Morgun
[rætta wikitekst]Eg eri í iva um, hvørt flokkurin av røttum heldur eigur at verða nevndur Gylti Morgun heldur enn Gyltur Morgun. Eg havi "Googla" tað og fái 1750 leitiúrslit, tá eg skrivi "Gylti Morgun", men tey vísa til sangin, sum Finnur Hansen sang fyri nokk so nógvum árum síðan, hann hevði júst tað heitið, hygg t.d. her. Tá eg skrivi "Gyltur Morgun" í leititeigin hjá Google, so koma 1180 leitiúrslit, ovast nøkur frá Aktuelt.fo (Portalurin). Tá eg seti gásareygu um "Gyltur Morgu" koma bara 4 leitiúrslit, øll frá aktuelt.fo og øll skrivaði av sama manni: Árni Joensen. Eg vildi hildi, at um man sigur t.d.: "Tað er ein gyltur morgun" ella "Tað er ein gyltur møguleiki", so er tað rætt, men hinvegin kann man tosa um "hin gylta morgunin". Gylti, vakri, ljósi osfr. Um flokkurin æt nakað við Light, altso ljós, hevði tað so ikki verið Ljósi Morgun? Eg veit ikki rættiliga, men eg haldi at "Gylti Morgun" ljóðar rættari. Vinarliga EileenSanda (talk) 7. apr 2013 kl. 13:28 (UTC)