Jump to content

Kjak:Danskir uttanríkisráðharrar

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hetta sær út til at fara at rigga sera væl.
Tað er tó okkurt smáting, sum mær ikki dámar. Serliga sniðið, at Anker Jørgensen er fødd(ur) 1922 og Lene Espersen er fødd(ur) 1965. Tað er væl so, at Anker er føddur 1922, og at Lene er fødd 1965. Um orðið fødd(ur) avgjørt skal við í talvuna, so má tað bera til at skriva kynið, so fødd og føddur verður beint (sama er galdandi fyri nógvar aðrar skabelónir á føroysku wikipediuni). Í hesum førinum er einklasta loysnin kanska at skriva f., í dømunum Anker Jørgensen (f. 1922) og Lene Espersen (f. 1965).
Teksturin (føddur-deyður) í ovastu linju passar væl bara fyri teir mannligu uttanríkisministararnar, sum ikki longur eru á lívi. Er tað yvirhøvur neyðugt við hesum tekstinum? Um ein ikki kann rokna út, hvat t.d. (1813–1856) merkir um fyrsta ministaran, so eru andsevnini helst ikki til staðar at lesa hesa talvuna kortini. Eg veit væl, at enska wikipedian gongur høgt uppí, at ALT skal vera eintýðigt og domumenterað. Í prinsippinum eri eg samdur, men eg haldi, at máti skal vera við.
Vónandi verður hetta ikki misskilt sum negativur kritikkur, tí soleiðis er tað als ikki meint.


Nú vit eru við uttanríkisráðharrar, kundi ein eisini komið inn á, hvussu tilvildarliga føroyska wikipedian brúkar kynsbundin starvsheiti. Løgið nokk, so var Lene Espersen ráðharri (kallkynsorð), hóast hon í setanarbrævinum frá statsministaranum var minister (fælleskøn á donskum, kundi kanska verið kallkynsorðið ministari, hóast hetta ikki er góðtikið á føroyskum). Hinvegin, so er Annika Olsen landsstýriskvinna (heimagjørt kvennkynsorð), hóast hon í setanarbrævinum frá løgmanni og sambært hægstu lóg føroyinga, stýriskipanarlógini §27 v.m., er landsstýrismaður (starvsheiti og kallkynsorð).
Lene er ikki nakar harri, eins væl og Annika ikki er nakar maður. Tær hava báðar størv, sum áttu at fingið betri heiti á føroyskum og á wikipediuni. Eg havi ikki eina loysn, eg bara geri vart við nakað, sum eg haldi vera ein málsligan trupulleika.

Benadikt (kjak) 12. jun 2015 kl. 19:03 (UTC)[reply]

Ja, eg eri samd, at vit áttu at havt eitt kynsneutralt orð, sum ið hvussu so er ikki endar við maður ella harri, men eg veit ikki, eg havi ikki nakað boð um nakað annað orð. Skal eg skriva ministari heldur? Viðvíkjandi fødd(ur), so er tað kynsneutralt bæði á enskum (born) og á donskum (født), men ikki á føroyskum. Hatta stendur í einari aðrari fyrimynd (skapilón), sum jú ikki kann gera mun á, hvørt talan er um mann ella kvinnu, men eg haldi, at handa loynin ið tú nevnir við at skriva f. loysir handa trupulleikan, so tað skal eg gera. Eg havi avrita og týtt síðuna frá ensku Wikipediu, og so vóru tað eini 10-20 aðrar fyrimyndir, ið skuldu upprættast, fyri nøvn á flokkunum og litir hjá flokkunum, men nú sær tað gott út. Viðvíkjandi Føddur-deyður yvirskiftini, skuldi eg kanska heldur skriva Livitíð? --EileenSanda (kjak) 12. jun 2015 kl. 20:09 (UTC)[reply]
Viðvíkjandi ráðharri og ministari, so haldi eg at tað má verða viðgjørt í einum kjaki, sum nakað væl fleiri enn tvey eru við í!
Bretar, danir, sviar, norðmenn og nógv onnur brúka ministari, men av tí at orðið er komið til Føroya gjøgnum Danmark, so verður tað ikki góðtikið av teimum, sum føroysklærarin hjá mær á studentaskúlanum nevndi "puritanararnir".
Starvsheiti og heiti yvirhøvur (eins væl og øll onnur navnorð) hava kyn á føroyskum, og fáur maður hevur væl ímóti at verða nevndur við kvennkynsorðinum hetja. Men -- tá orðini enda við -maður, -harri, -irska o.s.fr., binda tey flestu kynið á starvsheitinum saman við kynið á persóninum, hóast málfrøðingar - upp í saman - royna at forklára fyri okkum, at tað skulu vit ikki. Og tí fáa vit tílík heimagjørd orð sum landsstýriskvinna. Hvussu fáa vit/okur eitt konstruktivt kjak um hetta á wikipediuni?
Viðvíkjandi greinini, so er tað soleiðis, at kynsbendingin á føroyskum ger, at okur ikki bara kunnu umseta beinleiðis úr donskum, norskum, enskum ella hvat tað nú er, tað má eisini tillagast. Sum okur bæði eru var við, hetta er ein trupulleiki í rættiliga nógvum skabelónum. Og sum sagt, eg haldi at (føddur-deyður) í fyrstu linju er óneyðugt og bara skal strikast.
Um so er, at variablar bert verða vístir í eini skabelón, tá teir verða brúktir (altso onki irriterandi tómt felt), so kann ein bara upprætta TVEIR variablar (fødd, føddur), og tá tann rætti verður fyltur út, kemur bara tann rætti fram.
Eg havi næstan ongar royndir við at gera skabelónir, men eg minnist, at eg fekk broytt album-skabelónina á ComicWiki, so at tað ber til at velja millum Forfatter og Forfattere í staðin fyri felagsheiti Forfatter(e); ein skal bara sriva tað rætta heiti á variablinum, Forfatter ella Forfattere.
Benadikt (kjak) 12. jun 2015 kl. 21:20 (UTC)[reply]
Her eru tíverri ikki so nógv fólk ið eru aktiv á føroysku Wikipediuni, tó so, føroyskt er eisini eitt mál ið bert verður tosað av - ja, hvussu nógv eru tað nú? Eini 60-80.000 kanska? So tað er ikki heilt so galið kortini haldi eg, at vit hava 12.000 greinir, meðan t.d. dansk-mæltað útgávan júst í dag hevur rundað grein nummar 200.000, tey eru fleiri milliónir ið kunnu skriva á donskum máli. Viðvíkjandi um tað ber til at gera tað møguligt at hava tveir variablar fødd og føddur, tað ger tað nokk, men eg dugi so ikki at gera tað, tað er simpulthen so tekniskt, at tað dugi eg ikki. Eg havi júst nú teir seinastu tveir mánaðirnar funnið út av (eftir at hava verið virkin her síðan 2009) hvussu mann upprættar fyrimyndir, men at fara og broyta nakað grundleggjandi sum er ymiskt frá føroyskum í mun til enskt, tað dugi eg simpulthen ikki at finna útav. Ja, eg veit ikki, hvat vit gera við hasi starvsheitini, ið eru maskulin, eg haldi ikki at kvinnur hava nakran trupulleika av t.d. orðum sum "lærari" og "sjónleikari", har ber jú eisini til at siga "lærarinna" og "sjónleikarinna", men eg haldi at tað er kvinnurnar sjálvar ið hava valt at nevnast við sama heiti sum menninir í hesum føri, ella hvat? Men tá ið tað endar við -maður og -harri, tá eru tað rættiliga nógvar kvinnur, ið ikki ynskja at hava eitt slíkt starvsheiti. Men tað hoyrdist, at Marita Petersen ikki ynskti at starvsheitið "løgmaður" skuldi broytast til "løgkvinna", tá ið hon gjørdist løgmaður. Vh. --EileenSanda (kjak) 12. jun 2015 kl. 22:07 (UTC)[reply]