Kjak:Beinir Bergsson

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Brúkari:Skótin Takk at tú hevur upprætta henda greinastubban. Eg havi roknað meg fram til, at hann má vera føddur í 1997, av tí at har stendur í einari grein, at hann var 21 ára gamal, tá hann fekk Ebbu-virðislønina, og á Facebook sær tað út til, at hann hevur føðingardag í mars, so tað gevur 21 ár, um roknað verður aftur frá mai 2018. Eg fann eina síðu á Imdb, har tað stendur, at hann hevur framleitt ein stuttfilm, ið eitur Frávik. Eg gangi út frá, at talan er um sama persón, ha? Har stendur eisini, at hann nevndist Beinir Rasmussen tá, tað eiga vit nokk eisini at nevna í greinini her, haldi eg. Vh. --EileenSanda (kjak) 31. mai 2018 kl. 05:26 (UTC)[reply]

Tað er nokk talan um sama persón, men eg visti ikki um facebook var ein nóg góð kelda. Men jú, tað er bara at leggja stuttfilmin og aldurin afturat, um tú metir kelduna vera nógu góða. :) Skótin

Nei, eg haldi ikki, at Facebook er ein góð kelda, men eg havi heldur ikki brúkt FB sum keldu, sigi bara, at eg gangi út frá, at hann fyllir í mars, tí á vegginum hjá honum standa fleiri føðingardagsheilsanir í mars-mánað, og virðislønin varð handað í mai 2018 og tá var hann 21 ár, og um vit kunnu ganga útfrá, at hann fylti í mars, so er hann føddur í 1997.
Tá tú skrivar/svarar á kjaksíðum, so er best at enda við --~~~~ so kemur títt brúkaranavn at standa har og tíðspunkt fyri nær tú goymdi tað tú skrivaði á kjaksíðuna. Tú fært undirskriftina við at trýsta á hatta tekni á tóllinjuni ovast beint til høgru fyri A A. Um man ikki ger tað, so kann vera ringt hjá øðrum at vita, hvør hevur skrivað hvat her :) Vh. --EileenSanda (kjak) 31. mai 2018 kl. 05:39 (UTC)[reply]