Jump to content

Kjak:Arizona

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

County er eitt sera vánaligt føroyskt orð, sum nógv ikki skilja. Eftir orðabókini merkir tað amt ella fylki. Eg haldi ikki, at amt riggar so væl, tað hevur ein politiskan klang í føroyskum oyrum.
Føroyingar brúka kanska ikki orðið fylki so nógv, men flest allir kenna tað úr norskum. Og norska wikipedian brúkar fylki. Hvat siga tit? Benadikt (kjak) 10. jun 2015 kl. 16:48 (UTC)[reply]

Jú, eg eri samd, county er ikki eitt føroyskt orð, eg havi rættað tað til fylki. Men eitur fylki tað sama í fleirtal ella eitur tað fylkir? --EileenSanda (kjak) 10. jun 2015 kl. 17:08 (UTC)[reply]
Eg haldi, at summir málfrøðingar loyva, at man skrivar fylkir í fleirtali. Men tann vanligi stavimátin er sum fyri flestøll hvørkikynsorð, at tey hava IKKI ending í hvør- og hvønnfalli fleirtal.
Eg eri annars í ferð við at rætta talvuna, har er ein rúgva av tølum, sum ikki kunnu lesast á føroyskum.
Og tá eg royndi at goyma í áðni, kom hendan ávaringin:
Onkur annar hevur broytt hesa síðuna síðan tú fór í gongd við at rætta hana. Tað ovara tekst økið inniheldur síðu tekstin sum hann er í løtuni. Tínar broytingar eru vístar í tí niðara tekst økinum. Tú mást flætta tínar rættingar inn í verandi tekstin. Bert teksturin í ovara økinum verður goymdur, tá tú trýstir á "Goym síðu".
Her eru tíverri nógvir stavifeilir í. Eg veit, at teir eru eldri enn tína tíð á wikipediuni, men veitst tú um tað ber til at rætta teir?
Skal verða (rættingar við feitum):
Onkur annar hevur broytt hesa síðuna, síðan tú fórt í gongd við at rætta hana. Tað ovara tekstøkið inniheldur síðutekstin, sum hann er í løtuni. Tínar broytingar eru vístar í tí niðara tekstøkinum. Tú mást flætta tínar rættingar inn í verandi tekstin. Bert teksturin í ovara økinum verður goymdur, tá tú trýstir á "Goym síðu".
Benadikt (kjak) 10. jun 2015 kl. 17:44 (UTC)[reply]