Kirkja (bygd)
Kirkja | |
Kirke (danskt) | |
Bygd | |
Kirkja
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Fugloy |
Kommuna | Fugloyar kommuna |
Íbúgvar | 27 (2015)[1] |
Postnummur | FO-766 |
Markatal | 20-00-00 mk.gl.sk. |
|
Kirkja er onnur bygdin í Fugloy, sum er eystasta oyggin í Føroyum. Umframt á Kirkju er eisini bygdin Hattarvík á Fugloynni. Bygdarnavnið Kirkja - oftast sagt á Kirkju - bendir á, at talan er um gamla kirkjubygd. Verandi kirkja varð vígd 1933 [2]. Á Kirkju búgva einans 28 fólk í dag (2014) sambært fólkayvirlitinum, tó búgva færri har um veturin. Tá fólkatalið var størst búðu umleið 170 fólk í bygdini.
Søgur og Sagnir
[rætta | rætta wikitekst]Mittúnsbóndin
[rætta | rætta wikitekst]Ein bóndi var í Mittúni á Kirkju í Fugloy, sum var so út av lagi sparin upp á tað, sum hann átti. Ongantíð vildi hann vera í uppisetri við nøkrum. Eitt gróthús átti hann, fult av korni (kallað gróthúsið í Liða), og har mátti eingin koma uttan hann sjálvur at taka heimakorn. Konuni vildi hann ikki lova at fara, tí hann helt hana vera ov oyðslusama. Ein vetur legðist hann sjúkur, og konan sendi so ímillumat yngsta sonin at bera eina meis av korni heim (í teirri tíðini var sodnur ikki kendur; kornið var turkað í meisum). Tað gekk nú við hetta lag, og maðurin lá sjúkur allan veturin. Tá ið leið nakað út á várið, bað hann konu sína fara í gróthúsið at vita, hvussu mikið ið tikið var av korninum. Nakað ovarlaga í gróthúsvegginum var ein steinur, sum stóð eitt sindur framúr. Hendan stein hevði bóndin til merkis, hvussu nógv ið kornið minkaði. Tá ið niðurum kom, tá minkaði nógv, helt hann. Konan fór, sum hann bað, og sá, at kornið var ógvuliga nógv minkað; tað var farið langt niður um steinin. Hann spyr hana, tá ið hon kemur aftur; men konan ræðist at siga honum satt, sum er. “Tað er rættuliga væl eftir av korni,” sigur hon. “Um tað er komið niður at steininum?” “Nei, minni enn so.” Nú er bóndin fegin. Tá ið nøkur tíð er farin, verður hann betri til heilsuna og býður til at krúpa fram. Tað fyrsta hann heldur seg vera so frægan, fer hann at fjakka niðan í gróthúsið til at hyggja eftir korninum. Tá ið hann kemur, er mestan alt uppi; tað er ikki meira eftir enn upp í eina meis. Hann oman aftur, fúkandi óður, og sigur við konuna, at annaðhvørt hevur hon logið, ella er kornið stolið: tað er ikki meira enn ein meis eftir. Hon vil ikki vera við, at hon hevur logið; tað man vera stolið, sigur hon. Tað er tað sama, heldur hann; tjóvin skal hann fáa leitað upp, og hann skal fáa merki. Ikki skal hann steðga fyrr enn á Sumbiarsteini, lovar bóndin. Um várið ger hann eina ferð til Havnar, tosar har við ein gandakall úr Suðuroy og biður hann hjálpa sær. Tá ið hann kemur norður aftur, heldur hann, at nú man hann mestan fara at síggja, hvør ið hevur stolið heimakornið frá sær. Frá hesum degi fer sonurin at liva so vánaliga og verður alt at versna; hendur og føtur kryplast á honum og so kroppurin allur. Nú iðraði bóndin seg eftir tí, sum hann hevði gjørt. Ráð vóru søkt, men einki batti: sonurin varð krypil og doyði, tá ið fá ár vóru umliðin.[3]
Jógvan og Eyðun Tróndarson
[rætta | rætta wikitekst]Tróndur bóndi á Kellingargarði í Hattarvík í Fugloy átti tríggjar synir: Eyðun, Heinrikur (eyknevndur “Gorsi”) og Jógvan. Ein suðuroyingur spáddi teimum einaferð, meðan teir vóru á ungum aldri, og segði við teir, at teir kundu spæla á landi og havi, sum teir vildu: einki skuldi vera teimum at skaða - uttan hin yngsti, Jógvan, skuldi hava eina ringa konulukku.
Jógvan Tróndarson var ein hendingsmaður, mestur sum høvdingur í Fugloy, tiltikin bæði sum bjargamaður og sjómaður. Men óskepnuligur maður var hann: tríggjar ferðir giftur og tó ungur maður: tríati ár, tá ið síðsta konan doyði. So gekk spádómurin út. - Tá ið hann giftist aðra ferðina, flutti hann yvir á Kirkju til at búgva, og har varð hann verandi til sín deyðadag.
Eingin bátur fór til útróðrar, uttan Jógvan Tróndarson vildi. Hann hevði útróðrarbát í Skarðsvík á eystursíðuni á Fugloynni, mestur tríggjar fjórðingar frá bygdini á Kirkju, har sum hann búði, og søgnin sigur, at árla um vetrarmorgnarnar, tá ið myrkt var og útróðrarlíkindi tóktust ymis, vóru hattarvíkingar, sum eisini róðu út í Skarðsvík, vanir at fara út fyri dyr og hyggja niðan á Kross (fjallið ímillum Kirkju bygd og Hattarvíkar), um teir kundu síggja lyktarljós Jógvans (tí Jógvan og menn hansara høvdu altíð tendraða lykt hjá sær, tá ið teir gingu til Skarðsvíkar um vetrarmorgnarnar). Sóu teir lyktina uppi á Krossi, so vistu teir, at tað vóru góð útróðrarlíkindi, og gjørdu seg til at fara.
Jógvan fann miðið tað, sum rópast Gjómið (av tí, at gjógv er til ýtis): ein torragruður, tveir fjórðingar frá landi. Har rógva bæði fugloyingar, svínoyingar, viðoyingar og sundamenn tíðum enn. Einaferð bjargaði Jógvan einari bátsskipan við lendistøðna á Kirkju. Ein boði hevði brotið á bátin, so hann hvølvdist.
Eitt kyrruvant pláss er, sum eitur Tróndarvík, nakað sunnan fyri ta gomlu lendistøðna á Kirkju. Ein dagin, sum Jógvan var á útiróðri sunnanfyri, brast hann á høgt. Jógvan skuldi rógva norður til lendingina, men vann ikki longur enn til Tróndarvíkar og dró upp har. Eingin maður hevur lent har hvørki fyrr ella síðani.
Jógvan Tróndarson fór í fuglapláss, har sum eingin annar tordi at fara. - Eitt summarið, tá ið hann var farin til bjarga at síða við sonarsoni sínum og navna, fall hin yngri Jógvan í Hvannrókini stóru. Hann hevði klintrast upp oman fyri Hvannrókina, var dottin omanaftur og hevði brotið hol á høvdið. Hin gamli fór tá niður eftir honum og lesti seg upp við honum í føvninginum 26 favnar upp á slætt. Sár yngra Jógvans varð afturgrøtt av einum lekjara á einum hálendskum skipi, ið lá í Hvannasundi, men heilin var brekaður, og ongantíð fekk drongurin sína fyrru heilsu aftur. Ofta kom svøvnur á hann, sum hann sat, og tað var hansara deyði, tí á sínum tjúgunda ári, tá ið hann var farin til fugla ein dagin, sovnaði hann út av Enninum, einum fleygasessi í Norðbergi. Líkið rak upp á Húsum á Kalsoynni.
Jógvan var av fótfimastu monnum. Eitt árið slepti hann fimm veðurlombum, einum í hvørt pláss (Hóurskor, Eysturskor, Hvannrókin stóra, Valstakkurin og Grønaskor), og tók so øll hesi veðurlomb aftur eftir einum degi uttan tað størsta, sum fór útav í Hvannrókini. Hann fekk í ryggin á tí, men sá sær ikki føri til at halda tí.
Um styrki Jógvans er ein stutt frasøgn. Ein bóndi í Hattarvík, kallaður eiðismaðurin, var óføra sterkur, men eitt óvætti. Eitt árið bóru kirkjumenn hoyggj hjá honum, og Jógvan, sum tá var gamal og gekk við putt (prukku), var við. Eiðismaðurin bant sær eina hoybyrði, sum hann ikki orkaði at bera sjálvur, og heldur eingin annar. Tá kom hin gamli Jógvan út á bøin og bað hoymenninar skúgva byrðina upp á seg; “hann skuldi tó vita, um hann var ikki mentur at standa undir henni,” helt hann. Tá ið teir høvdu fingið byrðina upp á hann, bar hann hana beint í hoygarðin, sum desin stóð. Tá segði beiggin Gorsi, sum lá uppiá: “Ja, bróðir, væl hevur eggjastropin rinið á okkum!” - oftum høvdu teir verið saman og drigið lundar, fingið brotin egg og latið stropan niður í dyllur.
Nú er at greina frá Eyðun, elsta bróður Jógvans Tróndarsonar. Hann var niðri upp á landsins besta einaferð saman við øðrum monnum, ið valdir vóru til tess at gera ferð niður og biðja kong geva føroyingum tann konguliga handilin aftur í staðin fyri rættin tann, ið junkar Gabel hevði til handils í oyggjunum. Meðan teir vóru í Danmark, brast ófriður á ímillum Danmarkar og Svøríkis, og teir fóru við í kríggj. Tá ið kríggið var endað, komu allir heim aftur til Føroya uttan Eyðun. Hann leypst, sigur søgnin. Meðan hann var niðri, lá hann saman við einum øðrum føroyingi um næturnar, men ein morgunin var hann horvin, og síðan spurdist hann ikki upp aftur. Altíð hevði hann tráað eftir at sleppa suður, har sum urtirnar gróðu. Einans ferð skal hann tó hava vitjað Føroyar aftur, og harum er henda frásøgn:
Eitt útlendskt skip sást ein dagin uttan fyri Fugloy, og bátur kom í land eftir vatni. Fugloyingar undraðust á, so kunniliga sum hesir skipsmenn stýrdu ímillum boðarnar og inn at lendingini. Tá var tað Eyðun, sum stýrdi. Hann fór niðan at húsum og inn í “niðaru stovu”, har sum móðir hansara og bróðirin búðu (nú rópast húsið “suðuri í túni”). Sum hann traðkaði á helluna, ið lá fyri durunum, rillaði hon og glintaði. Tá hevði hann fyri munni á sær: “Tú glintar enn sum áður.” Mamman, sum tá var avgomul og blind og lá í seingini, var einsamøll inni; Jógvan var á útiróðri. Eyðun fór so tigandi og stakk eitt turriklæði niður við songarstokkin og fór so út aftur. Vant var tá í tíðini, at útlendsk víkingaskip komu til Føroya at rána, men hetta skipið gjørdi einki óskil; tað sigldi burtur aftur sama dag og Eyðun í tí, og síðan er einki frætt um hann. Tá ið Jógvan kom heim av útiróðri um kvøldið, fann hann turriklæðið og spurdi: “Mamma, hevur bróðir verið her í dag?” Men hon bara eymkaði seg við. Hellan hevur ligið og rillað til stutt síðani, og smábørn hava havt tað til stuttleika at traðka á hana og fáa hana til at glinta; men nú er bygt út yvir hana.[3]
Fugloy
[rætta | rætta wikitekst]Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi.[3]
Floksmenn
[rætta | rætta wikitekst]Í Hattarvík í Fugloy livdu einaferð í gomlum døgum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður “Hálvdans Úlvssonar hav”; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og 10 alin ummáls eftir longdini.
Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við øðrum fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvør maður seyðbond við sær; seyðbondini vóru ikki samlitt og heldur ikki javngóð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvør ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at høvdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy, og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar; og ikki var leingi eftir at bíða, at teir løgdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið um hugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir høvdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs og bóðu um svørð. Haðani kom tað svar aftur, at føroyingar vóru friðardýr, og tí nýtti eingin svørð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greindu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur; - tá fingu teir svørð.
Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará; hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir, og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir høvdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð først undan og sligið tað upp í glens; hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsøkin var, at hann stutt fyri tað í Gøtu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans “niðri við Hús”. Hon-um leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heim aftur komin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Gøtu; hann var tí farin til Gøtu aðra ferð og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: “Kemur tú at ári aftur í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt”. Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váðaferð. Men nú høvdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram undan rekkjuváðini, og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir høvdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka.
So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna, til at vita um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir søgdu: “Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum;” men Sjúrður svaraði: “Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?” Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðinum, har sum teir blandaðu blóð, vuksu høgar túgvur úr jørðini, og hava tær sæst higar til dags.
Um ólavsøkuna fóru hesir fýra ránsmenn ella floksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar, til tess at tosa við aðrar føroyingar um ætlan sína, at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá aftrat í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjørt, at teir skuldu møtast á Gøtueiði, og skuldu hvørjir kenna aðrar á tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð og hvítir í hitt. Men tað var ikki floksmonnunum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum støðum hildu vakt fyri floksmonnunum.
Tá ið floksmenninir teir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu øll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið floksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, søgdu teir við Sjúrð: “Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvønn, ið tú fært fatur á”. Sjúrður rann tá, tað ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni høvdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men han vildi eisini, at hinir floksmenninir skuldu halda hann vera dúguligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu fáa illgruna um hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon til at koma tí burtur av veginum, tí hinir høvdu ivaleyst dripið barnið, høvdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jørðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaksið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu floks-menninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar.
Teir ætlaðu sær so at royna á bóndan í Árnafirði og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í annað.
Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: “Frítt er Eystfelli frá at fara”. Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: “Ómenni títt, fríðari eru allar Føroyar.” “Tá ið tú hevur tær,” svaraði Sjúrður. - Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði; hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt ímóti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jøvnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fell um hann. Hálvdan Úlvsson høgdi tá høvdið av honum við svørði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum høvuðleysum og mælti: “Nú fekst tú løn fyri fleytagjaldið”.
Haðani fóru teir ígjøgnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyarnakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útróðrum; tá ið menninir á útróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var littur, vistu teir við tað sama, at tað vóru floksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av floks-monnunum uttan Sjúrður hevði sæð bátin. Tá ið floksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: “Her er bátur inni,” men Sjúrður svaraði: “Altíð er illgruni á tær, hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?” “Tað kann vera, at so er, sum tú sigur,” svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið.
So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni - so æt sonur bóndans - hevði gingið hagan á enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett seg niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópaði á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða ígjøgnum kava heimaftur og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, søgdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; aftur í bakskutinum lógu fýra svørð, eitt til hvønn floksmannin; so høvdu teir eisini bæði øksir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundu vera floksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. “Vilt tú vera við okkum?” spurdi Rógvi Skel Árna. “Til hvørs?” - svaraði Árni. “Til at vinna Føroyar,” svaraði Rógvi. “Ja, tað vil eg,” svaraði Árni. Tá segði Rógvi: “Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir”. “Tað skal eg gera”, svaraði Arni, “hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Høgni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson og tann fjórða Sjúrður.
Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða.
Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: “Nú er deyðin tær vísur, tí floksmenninir høgga høvdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur upp á flata skerið undir Kunoy og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum”. Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land.
Hálvdan Úlvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snøggliga á Sjúrð og segði: “Um hvat er tað, tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mega vit ikki hoyra tað?” Sjúrður svaraði stillisliga aftur: “Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mega fara úr henni; tí ongastaðnis eru tey í frið fyri floksmonnunum uttan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær”. “Tað skal eg”, svaraði Árni. Hálvdan Úlvsson tók nú aðra ferð til orða, var illur og segði: “Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevur at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigur”. Sjúrður svaraði: “Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gomlum døgum, og hann sigur so vera”. Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók øksina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhøgligari veg; kunoyingurin, sum var lættur uppá fót, slapp soleiðis nakað undan honum, men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann øksina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og kom so í klettin í seinasta fótasporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir øksina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí floksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjals og fjaldi seg har.
Tá ið floksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir kunoyingar vóru í kirkjuni; teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru floksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera kunoyingum nakað ilt; og so vóru teir har friðaligir og vinaligir. Einaferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu mót ránsmonnum, spurdu teir kunoyingarnar: “Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?” Kunoyingar svaraðu: “Tað er Svínoyar kirkja, tí hon er vígd seinast”. Men tað var lygn, tí Svínoyar kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var.
Floksmenninir søgdu, at tað var ætlan teirra at fara á Trøllanes , og spurdu kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: “Landnyrðingur norðan er besta ætt, og broddur á vestfalli í mysing er besta sjóvarfall”. Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndist at vera góð líkindi at fara á Trøllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: “Hví koma tit so skjótt aftur?” “Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku”, svara teir. Men kunoyingar søgdu tá: “Høvdu tit hildið longur, so høvdu tit verið úr øllum vanda”. Tá ið floksmenn hoyrdu tað, erraðu teir seg upp og fóru aðra ferð av stað til Trøllanes. Tó at sjógvurin var verri nú enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Trøllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir fjøruti favnar stóð tað upp í bergið, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stormur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meira, enn teir bóru boðini fram. Teir søgdu tá við kunoyingar: “Vit sleppa aldri á Trøllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi at komast á land”, og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Trøllanes, fyrr enn teir høvdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu kunoyingar: “Høvdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið”. Men tað var lygn, sum alt annað, sum kunoyingar høvdu sagt floksmonnum; høvdu teir farið longur, so høvdu teir sjólátist.
Floksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjørt var, skuldu møta á Gøtueiði. Teir fóru tá eitt kvøldið av stað og stýrdu fyri Gøtunes. Sama kvøldið vóru vágsmenn á útróðrum; teir sóu bátin hjá floksmonnum og kendu hann á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestaru síðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sæð bátin skiluliga, og í tí hann fór inn um gjáarkjaftin, bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. “Har fór ein bátur inn í gjónna”, segði hann. Men Sjúrður svaraði: “Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?” “Tað kann so at vera”, hugsaði Hálvdan við sær, og so róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað “Mánagjógv”.
Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald høvdu í Føroyum, høvdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Gøtueiði, og teir, sum floksmenn høvdu fingið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru nú tiknir fastir og kundu tí ikki møta. Tann dagin, ið møtið skuldi vera, vóru saman komnir í Gøtu føroyingar úr øllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra floksmenn úr Norðoyggjum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu, og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum, og róðu burt úr Gøtu. Teimum datt í hug tað, sum kunoyingar høvdu sagt, at Svínoyar kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir løgdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið og oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti (“skjóta verpur”).
Men føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar at taka floksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir løgdu at landi undir Svínoyar-eiði, sóu teir bátin hjá floksmonnunum standa har, og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá uppat at spæla, tóku vápn síni og vardu seg menniliga. Tá ið føroyingar sóu tað, sendu teir straks annan flokkin ímóti teimum; men floksmenn tóku reystiliga ímóti, og óvist er, um teir ikki høvdu vunnið, høvdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið floksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið og rýmdu undan at kirkjuni. Har løgdu teir vápn síni uttan fyri kirkjudyrnar, gingu síðani inn í kirkjuna og hildu seg nú vera úr øllum vanda. Men føroyingar vistu, at Svínoyar kirkja var óvígd: teir valdu tí sterkastu menninar burtur úr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á floksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bundnir.
So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra floksmenn úr Norðoyggjum skuldu vera omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Gøtu og vóru leiddir inn hjá bóndanum “niðri við Hús”.
Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: “Eg síggi, tú kemur øðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú barst upp bønarorð til mín”; hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút.
Fangarnir fingu nakra tíð til at búgva seg til deyða. Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs, og gjørdu sær til góðar við skerpukjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið føroyingar sóu tað, fingu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti vilja sínum verið noyddur til at vera floksmaður, og at hann hevði roynt at hindra so nógv ilt, sum í hans valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív; “eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt”, segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesa ferð, so kundi eg komið til at gjørt ilt eina aðru ferð”.
Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægsta Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi.[4]
Úr Fugloy
[rætta | rætta wikitekst]Abbi Gullaks Matras á Kirkju, Hans Dávur Matras, skuldi ein páskamorgun til Hattarvíkar í kirkju. Tummas úr Depli tosaði við hann og spurdi, um teir báðir ikki skuldu fylgjast Jú, tað var gaman í, helt Hans Dávur. Men tá ið farið skuldi verða, var Tummas vorðin so fullur, at hann fekk ikki upp í lag at koma so skjótt. - Hans Dávur gjørdist ótolin og segði, at hann fór undan. Hin spurdi, hvønn vegin hann ætlaði at ganga, og Hans Dávur segði honum so, at hann ætlaði at fara ígjøgnum bergið.
“Far um tú vilt”, svaraði Tummas, “eg skal kortini vera undan tær í Hattarvík.”
Hans Dávur fór. Á vegnum kom hann í fylgi við ein hagamann. Nakað burtur frá húsum sóu teir omanfyri eina ær, ið var lambsjúk.
Teir fóru báðir niðan til hennara, um nakað skuldi bagga. Haðani ætlaðu teir so at seta yvir um fjallið. So varð gjørt, og tá ið teir komu til Hattarvíkar, fór fólk í kirkju. Teir fóru báðir við.
Tummas úr Depli og Óli, sonurin, fóru av Kirkju eina løtu eftir. Teir tóku so vegin igjøgnum bergið í teirri ætlan at koma fram á Hans Dáva.
Kirkjan í Hattarvík stóð tá eitt sindur ovari enn nú, og jarðarmunurin, har hon stóð, var so stórur, at tann ovari endin á henni stóð so djúpt niður í jørðina, at tað var passaliga høgt at kunna sleppa sær inn á tekjuna at seta seg.
Tá ið kirkjufólkið - Hans Dávur saman við øðrum - kom út aftur, lá Óli uppi á tekjuni og svav, meðan Tummas var úti í bygdini.
Hans Dávur og aðrir fóru so til Óla og vaktu hann. Hann segði teimum frá, at tá ið hann og faðir hansara komu úr berginum, stóð so nógv av fólki saman, heilt úr fjøruni og langt niðan, at tað hevði verið sera torført hjá teimum at sleppa vegin fram fyri teimum. Tí var tað, at hann var vorðin so útlúgvaður av ferðini, at hann hevði noyðst at seta seg á kirkjutekjuna - og var sovnaður, sum hann sat.[5]
Sjódjórið
[rætta | rætta wikitekst]Hans Dávur Matras, handilsmaður og ognarbóndi á Kirkju í Fugloy, var abbasonur prestin Matras á Viðareiði. Hann lærdi til skúlalærara hjá prestinum, ið kom aftan á abba hansara; hann varð so skúlalærari eina tíð á Viðareiði og við Sund (í Hvannasundi.)
Hans Dávur plagdi at siga frá, einaferð nógv av fólki stóð niðan fyri Frammistovu við Sund (siður var, at menn á kvøldi plagdu at koma saman niðri undir Britustovu ella Frammistovu at frætta ella siga frá). Millum teir, ið har vóru, var eisini hann sjálvur.
Sum teir standa har, rakar ein við nakað hjá fjørugarðinum, sum var um tríggjar snørislongdir sunnari; øll hyggja sama vegin og síggja eitt sjódjór, ið sleppur sær upp á turt. Síðan tekur tað vegin suður ígjøgnum fjøruna beint ímóti teimum.
Teir gjørdust illa við, og bóndin bað allar um at koma inn í húsini. So varð gjørt. Og hann læsti dyrnar.
Hans Dávur segði, at hetta var ramur sannleiki. Hann sá sjálvur so væl sum hini sjódjórið. Tað var tilgrógvið við tara, so hann kundi ikki reiðiliga síggja, hvussu tað var vorðið, hóast tað var komið tætt til teir, áðrenn teir flýddu inn í bóndans stovu. Hann hevði áður hoyrt, at djór, ið líktust teimum, ið á landinum vóru, eisini skuldu vera í sjónum. Hetta, ið her verður umrøtt, var, helt hann, dánað nakað sum eitt ross ella eitt neyt; men tað var, sum tað hevði eitthvørt hangandi niður við báðar liðir miðskeiðis á rygginum, ið, um tað hevði verið rættiligt ross, kundi verið tikið fyri leypar ella sekkir. - Djórið hevði av og á skorið í avskræmilig skríggj, ið ljóðaðu sum sterk snýsan.
Meðan hinir hálvbangnir hugsa um hetta óføra sjódjór, gongur bóndin aftur og fram eftir gólvinum. Hann trívur at enda eftir grindaslíðranum, ið við knívi í hekk á syllini í roykstovuni, festi hann um miðjuna á sær, tekur skorðuna frá klinkuni og heldur á út.
Djórið, ið nú stóð skamt frá durunum, tekur á at snýsa, tá ið tað fær eygu á bóndan. Hann kúvendi inn aftur og stongdi fyri aðra ferð. Hann helt so fyri, at eingin mátti fara út aftur hetta kvøldið.
Morgunin eftir var einki djór at síggja.[5]
Songarmatur
[rætta | rætta wikitekst]At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum.
Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdunum í Fugloy. Men í krígsárinum hildu summi uppat at geva nakað, serliga í tí eini bygdini. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum.
Hesin siður - sum so mangir aðrir - hevur verið ymiskur í teimum ymsu bygdunum her á landi. Vanligt var tó, at tey meira múgvandi góvu sokallaðan fullan songarmat og tey fátæku hálvan.
Fullur songarmatur var: eitt lambskrov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. - Hálvur songarmatur var: eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. - Eitt eyðskilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat.[6]
Nøkur kend fólk av Kirkju
[rætta | rætta wikitekst]- Símun Mikal Zachariasen (1853-1931), lærari og skald, luttók í menningini av føroyska málinum
- Louis Zachariasen (1890-1960), lærari, rithøvundur og politikari
- Símun Petur Zachariasen (1887-1977), politikari (løgtingslimur og borgarstjóri), Sparikassa stjóri og blaðstjóri
- Hans Mikal Jacobsen (1901-1960), skald
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Kirkja
-
Kirkjan á Kirkju
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ Alle Færøernes bygder
- ↑ 3.0 3.1 3.2 Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
- ↑ V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891
- ↑ 5.0 5.1 Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
- ↑ Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938
Slóð
[rætta | rætta wikitekst]- Myndir og meir (danskt).