Keiro

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Keiro er høvuðsstaður Egyptalands. Í Keiro og økinum rundanum búgva 17,8 mió. fólk. Býurin er næststørstur í Afrika og ein av teimum býum sum veksur skjótast. Íbúðarneyðin er ovurstór, og mong av teimum, sum flyta til býin, mega búgva í skitnum, ovbygdum fátækrabýlingnum. Mong búgva ímillum leiðini í Býi Teirra Deyðu, sum er ovurstórur leiðisgarður í útryðjuni í býnum. Fólk hava eisini búsett seg á tekjunum á mongu háhúsunum í Keiro.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið