Katrin Reinert

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Katrin Reinert (fødd 28. februar 1959 í Glostrup), uppvaksin á Eiði og búsitandi í Havn, er ein føroyskur yrkjari, tannlækni og magistari í føroyskum.

Í 2011 gav hon út yrkingasavnið, Kringvindar. Harumframt hevur hon havt stakar yrkingar á prenti í tíðarritunum Vencili og í Varðanum, har ummæli og týdd stuttsøga eftir Katrina eisini hava staðið. Katrin er útbúgvin tannlækni og í 2014 tók hon prógv frá Fróðskaparsetri Føroya sum magistari í føroyskum.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]