Kaj Joensen
Kaj Joensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | í/á Vágur |
Dátuheiti | |
Commons | Kaj Joensen |
Kaj Joensen úr Vági er maskinmeistari, stjóri og uppfinnari. Í 2008 stovnaði hann fyritøkuna Faroe Maritime Technic. Kaj hevur arbeitt við at menna ein oljuskiljara, sum kann skilja vatn frá oljuni, sum liggur í kjølinum á einum skipi. Oljuskiljarin verður á enskum nevndur Oil Conveyor. Oil Conveyor-skipanin virkar upp á tann mátan, at eitt flutningsband niðri í kjølinum á skipinum koyrir alla tíðina, so oljan so hvørt verður tikin úr kjalarvatninum og pumpað í eitt settlings-rør, har olja og vatn verða skild sundur. Tað reina vatnið fer so aftur í kjølin og oljan í spilloljutangan. Hann hevur fingið patent uppá hetta uppfinnilsi í Evropa, og í mars 2013 fekk hann eisini patent í USA.[1]
Kaj er pápi Føroya higartil besta svimjara, Pál Joensen.