Kópakonan
Søgnin um kópakonuna man vera ein tann mest kenda í Føroyum. 13. kvøld vóru nógvir kópar komnir upp á fjøruna at dansa, teir lótu seg úr haminum og sóu út sum menniskju. Bóndin á Sunnanagarði í Miklagarði fekk eyga á hetta og varð sera hugtikin av eini kópakvinnu, sum hevði latið seg úr haminum. Hon var so sera vøkur. Av tí at hann var vorðin so góður við hana, gjørdi hann av at taka hamin og krógva hann í trækistuni á Sunnanagarði. Nú slapp kópakonan ikki í sjógvin aftur, og hon og bóndin livdu saman í nógv ár og fingu børn saman. Bústaður teirra var í gamla bóndahúsinum í Mikladali, sum ber navnið Sunnanagarður. Ein dagin, tá ið bóndin fór til útróðrar, gloymdi hann lykilin eftir heima, og kópakonan fann hann, læt seg í hamin, fór oman á strondina og kastaði seg í havið.[1]
Søgnin um kópakonuna varð útgivin í Færøsk antologi, sum V.U. Hammershaimb hevði savnað, í 1891.
Kvívíks Jógvan yrkti kópakvæðið, sum snýr seg um søgnina um kópakonuna.