Jump to content

Kári Leivsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kári Leivsson (22. august 1950 í Havn), (fyrr: "Petersen") skaldanavn Kári P., er føroyskur sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum. Kári P. er gitin í Føroyum fyri sín nýmótans fólkatónleik. Yrkingarnar smæðast ikki burtur, og boðskapur teirra kemur uttan stórvegis trupulleikar á rætta pláss. Tvær fløgur eru tað blivnar til av Kára P., Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin. Á fløguni Hinumegin Ringvegin hoyra vit Kára P. saman við Tórshavnar Manskóri við lagnum "Skygni".

Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995.

Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin Ringvegin”.

  • 1978 - Vælferðarvísur.
  • 1991 - Hinumegin Ringvegin.

Við Debess & Petersen

[rætta | rætta wikitekst]

Debess & Petersen vóru Per Debess og Kári Petersen (nu Kári Leivsson).

  • 1971 - Debess & Petersen, EP, fýra sangir: Heit var náttin, Bláa húsið, Situr tú seggur og Tit sum í fjøru fóru
  • 1973 - Mitt í eini meining, EP, fýra sangir: Laila, Gullkálvavalsurin, Rædda Maria og Mitt í eini meining[1]

Heiðurslønir og virðislønir

[rætta | rætta wikitekst]


  1. reinsariid.fo - Debess & Petersen kvøld í Reinsarínum