Jorge Luis Borges
Jorge Luis Borges ( audio) (24. august 1899 – 14. juni 1986) var argentinskur rithøvundur. Í 1914 flutti familja hansara til Evropa og var har til 1921, tá ið tey vendu aftur til Buenos Aires. Frá 1956 til 1970 starvaðist hann sum professari í bókmentum á lærda háskúlanum í Buenos Aires. Lív hansara var nógv ávirkað av hernaðarstjórnini í Argentina. Mong hava eisini undrast á, hví Borges ikki fekk Nobel heiðurslønina í bókmentum og hava gitt, at tað kanska var orsakað av, at hann serliga í áttatiárunum ikki mótmælti hernaðarstýrunum í Argentina, Kíli, Uruguei og aðrastaðni. Hann misti so við og við sjónina; av tí at hann ongantíð lærdi seg blindaskrift, gjørdist mamma hansara skrivari hjá honum, til hon doyði. Hann var serliga kendur fyri sínar stuttsøgur og yrkingar, men tókst við mangar aðrar greinir av bókmentum, umframt at týða.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2002 Líknilsið um slottið í Tað nýggja Atlantis
Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- 1956 National Prize fyri bókmentir. Universitetið í Cuyo
- 1961 Prix Formentor. Altjóða útgevaraheiðursløn.
- 1965 Order of the British Empire
- 1971 The Jerusalem Prize
- 1976 Special Edgars
- 1979 Cervantes prize
- 1980 Prix Mondial Cino del Duca