Jolly

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Første Jolly reklame.jpg

Jolly er sodavatn, ið verður bryggjað hjá Föroya Bjór. Jolly kom fyrstu ferð á hillarnar í 1955 og er síðan sett í kølarar. Jolly Cola er nógv tað mest selda sodavatnið í Føroyum, og soleiðis hevur tað verið, síðan Föroya Bjór fór at framleiða Jolly Cola umleið 1960.

Í fyrstuni var Jolly framleitt av flestu donsku bryggjaríunum í samtakinum Dansk Coladrik A/S stovnað í 1959. Föroya Bjór kom við í 1960 og líka síðan eitur ein cola í Føroyum ein Jolly. Eisini í Noreg og Íslandi kundi tú fáa Jolly Cola.

Heilt upp móti 1980 seldi Jolly upp í 80% av øllum kola í Danmark. So tóku tey stóru bryggjaríini seg burturúr samtakinum, og fóru at gera amerikanskar cola uppá lisens. Í 2001 keypti Föroya Bjór rættindini til Jolly Cola, Jolly Light og Jolly Time fyri føroyska marknaðin frá Dansk Coladrik A/S.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Foroyabjor.fo
  2. Jolly.fo