John Tordar Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
John Tordar Poulsen meðan hann leikti fyri FC Suðuroy í 1. deild

John Tordar Poulsen (føddur 17. september 1985) er føroyskur fótbóltsspælari, álopsleikari. Barna- og ungdómsárini leikti hann við VB og VB/Sumba (VB og Sumba løgdu saman í 2005), í 2007 og 08 leikti hann við Fram (sum seinni skifti navn til FC Hoyvík), í 2009 leikti hann við MB og FC Hoyvík, í 2010 leikti hann við FC Suðuroy í Vodafonedeildini í fyrru leikhálvu og við FC Hoyvík í 1. deild í seinnu leikhálvu. Í 2011 leikti hann við FC Suðuroy í 1. deild, sum teir vunnu og ryktu upp í Effodeildina. Hann helt fram við FC Suðuroy og leikti í Effodeildini í 2012.[1]

Toppskorari í 2011 í 1. deild[rætta | rætta wikitekst]

Tá bara eitt leikumfar var eftir í 1. deild hjá monnum, hevði John Tordar Poulsen skorað 23 mál og var toppskorari hjá FC Suðuroy og í 1. deild í 2011. Hann hevði spælt 23 dystir, so tað er í meðal 1 mál fyri hvønn dyst.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FaroeSoccer.com, John Tordar Poulsen
  2. FaroeSoccer.com (vel "Mál")