Johan Hendrik Danbjørg
Appearance
| Johan Hendrik Danbjørg | |
|---|---|
![]() | |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 9. nov 1896 í/á Porkeri |
| Andaðist | 23. jul 1968 |
| Starv | politikari, lærari |
| Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
| Dátuheiti | |
Johan Hendrik Danbjørg (føddur 9. november 1896 í Porkeri, deyður 23. juli 1968 í Porkeri) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin).
Hann tók læraraprógv frá tog Føroya Læraraskúla í 1917, og undirvísti í Sumbiar sókn 1917–1919, í Rituvík, á Glyvrum 1919–1920 og í Porkeri 1920–1968. Danbjørg var valdur til Løgtingið frá Suðuroyar valdømi 1936–1945 og frá 1950 til sín deyða í 1968, og var løgtingsformaður 1940–1943. Finnbogi Ísakson umrøddi Danbjørg sum ein løgtingslim av "tí gamla skúlanum" við greiðum sjónarmiðum um hvussu ein átti at uppføra seg í Løgtinginum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 151 og 266. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
