Jean-Claude Duvalier

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jean-Claude Duvalier
Baby Doc.jpg
Føddur 3. juli 1951
Port-au-Prince, Haiti
Doyði 4. oktober 2014
Port-au-Prince, Haiti
Yrki Einaræðisharri (1971-1986)
Trúgv Voodoo

Jean-Claude Duvalier, eisini kendur sum Baby Doc (Bébé Doc) (3. juli 1951 - 4. oktober 2014), var einaræðisharri í Haiti í 15 ár: 1971-1986. 

Hann kom til valdið sum 19 ára gamal í 1971, tá pápi hansara, Francois Duvalier (Papa Doc), doyði. Eins og pápin, stýrdi hann fátæka landinum í Karibia við harðari hond. Í 1986 mátti hann rýma orsaka av fólksligum uppreistri. Hann fór til Fraklands, har hann livdi í útlegd í 25 ár. Í 2011 vendi hann aftur til Haiti. Hann sjálvur segði, at endamálið við at venda aftur til Haiti var at heiðra tey yvir 300.000 fólkini, sum doyðu í ógvuliga jarðskjálvtanum 12. Januar 2010. [1] Afturvendan hansara spældi ikki stillisliga av, og fáar dagar eftir at hann hevði sett bein síni í Port-au-Prince, varð Duvalier ákærdur fyri m.a. mutur og brotsverk móti mannaættini.

Fyrrverandi einaræðisharrin doyði 4. okt. 2014, 63 ára gamal. Hann doyði av einum hjartatilburði.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.washingtonpost.com/world/americas/in-haiti-the-former-dictator-duvalier-thrives/2012/01/13/gIQAaYbM6P_story.html
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið