Jakub Kolas

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jakub Kolas (skrivast eisini Jakub Kołas) (á hvítarussiskum: Яку́б Ко́лас), (føddur í 1882, deyður 13. august 1956), veruligt navn: Kanstantsin Mitskievich (Міцке́віч Канстанці́н Міха́йлавіч) var ein hvítarussikur rithøvundur, Fólksins Skald fyri Sovjetsamveldið í 1926 og limur í Hvítarusslands Vísunda Akademi frá 1928 og frá 1929 var hann vara forseti í akademinum.

Í sínum skaldskapi var Kolas kendur fyri at hava samhuga við tí vanliga hvítarussiska bóndanum. Kunstnaranavn hansara Kolas bendir eisini henda vegin, við tað at Kolas merkir Oyra av Korni.

Hann skrivaði yrkingasøvnini Songs of Captivity (á russiskum: Песни неволи, 1908) og Songs of Grief (á hvítarussiskum: Песьні-жальбы, 1910), yrkingarnar Eitt nýtt land (á hvítarussiskum: Новая зямля, 1923) og Tónleikarin-Simon (á hvítarussiskum: Сымон-музыка, 1925), stuttsøgur og sjónleikir. Yrking hansara Smáttan hjá fiskimanninum (á hvítarussiskum: Рыбакова хата, 1947) snýr seg um stríðið eftir at Hvítarussland gjørdist partur av Sovjetsamveldinum. Trilogi hansara Á einum vegamóti (á russiskum: На перепутье, 1954) snýr seg um lívið hjá hvítarussiskum bóndum og tí demokratisku intellligensiani áðrenn-kollveltingina.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Hann fekk heiðurin USSR State Prize í 1946 og 1949.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið