Jakarta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jakarta miðbýur

Jakarta (eisini Djakarta, landslutanavn Jakarta Raya ella DKI Jakarta, áðrenn 1949 Batavia) er høvuðsstaður í Indonesia og liggur á oynni Java. Býurin hevði 9.761.407 íbúgvar (des. 2012)[1]. Stórbýarlandsluturin, sum verður nevndur Jabodetabekjur (navnið er eitt akronym av navninum á teimum býum og økjum har: Jakarta, Bogor, Depok, Tangerang, Bekasi og Cianjur), er ein av heimsisn fólkaríkastu býum og stórbýarøkjum og hevði 25,7 milliónir íbúgvar 2005) sum búðu á einari vídd á 8 771 km².

Býurin liggur við Jakartavíkina í vestara parti av oynni har ið áin Ciliwung munnar út í havið. Uttanfyri býin eru landbúnaðarmarkir og lutvíst eisini regnskógur. 105 størri oyggjar hoyra við til býin, hesar liggja umleið 45 km norðanfyri miðbýin í Jakarta. Oynnar verða nevndar Kepulauan Seribu ("Túsund oyggjarnar").

Býurin varð stovnaður sum ein handilsstøð fyri tað Nederlendska Ostindiska Kompaniið ár 1619. Býurin nevndist tá Batavia og hevði tað navnið til 1949. Núverandi navnið hevur býurin fingið frá einum gomlum indonesiskum havnabýi, hvørs leivdir Batavia var bygdur á. Gamli miðbýurin í Jakarta hevur kanalir eftir niðurlendskum mynstri.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Penduduk Provinsi DKI Jakarta: Penduduk Provinsi DKI Jakarta Januari 2008 (Demographics and Civil Records Service: Population of the Province of Jakarta January 2008