Jaguarur
Appearance
Jaguarur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Jaguarur (frøðiheiti - Panthera onca) er rándýr av kattarslag. Jaguarurin veiðir einsamallur í Amasonas frumskóginum, bæði á jørðini, uppi í trøunum og í vatninum. Hetta merkir, at hann etur bæði hjørtir, apur og skjaldbøkur. Hesin stóri køtturin hevur ongan, ið hóttir hansara veiðiøki. Skinnið á jaguarinum er soleiðis litt, at hann er ringur at síggja í gróðrarmikla frumskóginum.
Jaguarurin sníkir seg tætt at fonginum á sama hátt sum tikarin. Jaguarin bítur so fast, at tá ið hann drepur sín fong, bítur hann dýrið beinleiðis í høvdið heldur enn at bíta tað í hálsin. Jaguarur tekur nógv ymisk dýr, t.d. tapirar, froskar, fisk, leitidýr, gnagdýr og smáar keimanar, suðuramerikansk krokodilla.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Kortið vísir viðastu útbreiðsluøki í heiminum.