Jump to content

Jákup Dahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Jacob Dahl)
Jákup Dahl
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. jun 1878 í/á Vágur
Andaðist 5. jun 1944 í/á Tórshavn
Starv gudfrøðingur, próvstur, Bible translator, lærari, hymnwriter
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Trúgv Lutheranisma
Børn Regin Dahl
Dátuheiti
ISNI 0000000447780083
VIAF 315525246
Commons Jákup Dahl
Jákup Dahl, Kristian Osvald Viderø og Victor Danielsen. Frímerki frá 2007.

Jákup Dahl ella Jacob Dahl sum hann varð doyptur (føddur 5. juni 1878 í Vági, doyði 5. juni 1944 í Tórshavn) var próstur í Føroyum og ein av teimum fyrstu, sum týddu Bíbliuna til føroyskt. Eisini skrivaði hann ta fyrstu føroysku skúlabókina (Føroysk mállæra til skúlabrúks).

Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur suðuri í Vági í 1878. Í 1893 fór tann bert 15 ára gamli Jákup til Havnar at ganga á læraraskúla. Í 1897 fór Jákup til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla, og tvey ár seinni í 1899 byrjaði hann at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hann tók sítt embætisprógv í 1905. Í 1907-08 var hann lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. So fór Jákup Dahl heimaftur til Føroya og gjørdist lærari á Real- og Læraraskúlanum í Tórshavn. Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Jákup Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912.

Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum starvi til hann doyði í 1944. Longu sum blaðungur var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum so mangir aðrir prestar við honum – m.a. vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstastarvinum A. C. Evensen (1874-1917) – ynskti Jákup Dahl at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði, komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru góðkend í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla Testamenti hevði Jákup Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.

Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Jákup Dahl Luthers Katekismus (1922) og Bíbliusøguna eftir Carl Frederik Balslev. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar.

Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar – 17 teirra finnast í sálmabókini – har eisini 70–80 sálmar, týddir av Jákupi eru at finna. So tíðliga sum í 1908 skrivaði Jákup “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur.

Bøkur um Jákup Dahl

[rætta | rætta wikitekst]
  • Jákup Reinert Hansen: Mellem kor og skib (2004).
  • Anton Degn : Dahl, Jacob í: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 3 (1979), s. 517-518