Jógvan í Skorini
Jógvan í Skorini (føddur 9. august 1986 á Eiði) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi). Han hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu síðan 1. januar 2013, og gjørdist tá Føroya yngsti borgarstjóri.[1][2] Jógvan í Skorini hevur undirvíst í skúlunum á Oyrarbakki og í Hoyvík.