Jákup Dahl
Jacob Dahl ella Jákup Dahl sum hann eitur á føroyskum (5. juni 1878 í Vági—5. juni 1944 í Tórshavn) var próstur í Føroyum og ein av teimum fyrstu, sum týddu bíbliuna til føroyskt. Eisini skrivaði hann ta fyrstu føroysku skúlabókina (Føroysk mállæra til skúlabruks).
Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur suðuri í Vági í 1878. Í 1893 fór tann bert 15 ára gamli Dahl til Havnar at ganga á læraraskúla. Í 1897 fór Dahl til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla, og síðan, í 1899 byrjaði at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hann tók sítt embætisprógv í 1905. Í 1907-08 var hann lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. So fór Jákup Dahl heimaftur til Føroya og gjørdist lærari á Real- og Læraraskúlanum í Tórshavn. Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912.
Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni, í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum starvi til hann doyði í 1944. Longu sum blaðungur, var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum so mangir aðrir prestar við honum – m.a. vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstastarvinum A. C. Evensen (1874-1917) – ynskti Dahl at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði, komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru “autoriseraði” í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla Testamenti hevði Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.
Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Dahl Luthers Katekismus (1922) og Bíbliusøguna hjá Carl Frederik Balslev. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar.
Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar – 17 teirra finnast í sálmabókini – har eisini 70–80 sálmar, týddir av Dahl eru at finna. So tíðliga sum í 1908 skrivaði Dahl “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur.
Kelda
- Postverk Føroya: Bíbliutýðarar (2007)
- Anton Degn : Dahl, Jacob í: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 3 (1979), s. 517-518
Á netinum
- Føroya landsbókasavn: Frá framsíning á Landsbókasavni (2000)