Jump to content

Ingrid Hestoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ingrid Hestoy (fødd 1949, uppvaksin á Tvøroyri) er føroyskur rithøvundur og útbúgvin blaðkvinna. Ingrid er systir Heina Hestoy, sum eisini er rithøvundur og Jon Hestoy, sum er formaður í Svimjisambandi Føroya. Ingrid og Heine hava givið bøkur út saman, í 1984 kom stuttsøgusavnið Piprandi Hjarta og árið eftir kom stuttsøgusavnið Bládýpið og Rím á rað. Í 1988 gav Ingrid út bókina Kama. Stuttsøgan Stjala kærleik er ein av søgunum í lesibókini Les 1. Søgan er úr stuttsøgusavninum Bládýpið og aðrar søgur.[1]

  • 1984 - Piprandi Hjarta - Heine Hestoy og Ingrid Hestoy. Stuttsøgusavn.[2]
  • 1985 - Bládýpið - Heine Hestoy og Ingrid Hestoy. Stuttsøgusavn.
  • 1985 og 1991 - Rím á rað 1 og 2. Heine Hestoy og Ingrid Hestoy.
  • 1988 Kama[3]
  1. docs.google.com - snar.fo
  2. "Bokasolan.fo, Heine Hestoy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2004-11-22. https://web.archive.org/web/20041122211753/http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/08161950_hestoy_heine.asp. Heintað 2011-10-20. 
  3. Books.google.com