Heine Hestoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heine Hestoy (føddur á Tvøroyri í 1950 og uppvaksin har)[1] er føroyskur rithøvundur og skipari. Hann var til sjós í nøkur ár, fór so upp á skúla í Marstal í Danmark og tók skipsføraraprógv í 1975. Síðan hevur hann búð í Danmark og siglt sum skipari ella stýrimaður.[2] Heine Hestoy hevur skrivað stuttsøgur, barnabøkur og ungdómsbøkur og eitt hoyrispæl. Hann viðger ofta gerandisdagin, samspælið ímillum menniskjuni og arbeiðslívið. Stuttsøgan "16 ár" er úr savninum "Bládýpið og aðrar søgur", sum kom út í 1985. Í hesi søguni hoyra vit um fýra ung, tveir dreingir og tvær gentur, sum gera seg til reiðar eitt leygarkvøld at fara í dans, og hvussu tey finna saman tvey og tvey. Tær fyrstu tvær bøkurnar, ið Heine gav út, gav hann út saman við systrini Ingrid Hestoy. Í 2014 kom á fyrsta sinni ein av bókum hansara út í danskari týðing, talan er um bókina Summardáar, ið á donskum fekk heitið På krogen. Bókin er ætlað næmingum, ið ganga í 7. - 10. flokki.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1984 - Piprandi Hjarta - Heini Hestoy og Ingrid Hestoy. Stuttsøgusavn.
  • 1985 - Bládýpið - Heini Hestoy og Ingrid Hestoy. Stuttsøgusavn.
  • 1985 Einsmøll í Svarthólmi. Barnabók.
  • 1985 og 1991 - Rím á rað 1 og 2. Heine Hestoy og Ingrid Hestoy.
  • 1986 - Loynidalurin.
  • 1987 - Sum ravnar um deyðseyð. Stuttsøgusavn.[3]
  • 1988 - Ein bumba umborð.
  • 1991 Regin og Sára. Ungdómsbók.
  • 1995 Summardáar (á fløgum), ungdómsbók
  • Summardáar, (ljóðbond). Ungdómsbók.[4]
  • Lærarin skúlabók
  • 2002 hin navnleysa bókin"
  • 2014 - På krogen. Upprunheitið: Summardáar. Bókin er á týdd til danskt. Forlag: Dansklærerforeningen. 160 síður.[5]

Útgivið í Mín jólabók[rætta | rætta wikitekst]

  • 1986 - Ein minnilig jólaferð [6]
  • 1989 - Bogi og Plettur
  • 1989 - Nýggjársborðið
  • 1990 - Huldumaðurin

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "snar.fo - Heini Hestoy (1950-)". http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/h/hestoy-heini/. Heintað 2014-11-13. 
  2. "Bokasolan.fo, Heine Hestoy". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/08161950_hestoy_heine.asp. Heintað 2011-10-20. 
  3. Books.google.com
  4. BMS.fo
  5. "dansklf.dk". http://dansklf.dk/Ungdomsuddannelse/Bogpakker. Heintað 2014-11-13. 
  6. "bfl.fo - Heine Hestoy". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP27. Heintað 2014-11-13.