Høgni Egilstoft Nielsen
Høgni Egilstoft Nielsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 29. apr 1997 |
Starv | Telvari, fótbóltsleikari |
Foreldur | faðir Torkil Nielsen |
Dátuheiti |
Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 29. apríl 1997) úr Sandavági er ein føroyskur telvari og fótbóltsleikari. Hann vann FM í talvi bert 16 ára gamal í apríl 2014. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig.[1] Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann aftur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Høgni hevur eisini gjørt nógv um seg í Norðulandameistarakapping fyri ung. Í 2008 vann Høgni silvur fyri telvarar 10 ár og yngri, ið varð hildin í Danmark. Í 2010 vann Høgni bronsu fyri telvarar 12 ár og yngri, ið varð hildin í Svøríki. Í 2012 vann Høgni silvur fyri telvarar 14 ár og yngri, ið varð hildin í Finnlandi. Í 2013 vann Høgni bronsu fyri telvarar 16 ár og yngri, ið varð hildin í Íslandi. [2]
Høgni spælir eisini fótbólt. Hann spælir við fótbóltsliðnum 07 Vestur. Hann hevur umboðað føroyska fótbóltslandsliði bæði fyri U-15 og U-17. Høgni spældi við U-15 í 2011. Í 2012 og 2013 umboðaði Høgni U-17 landsliðið. Hann spældi tó ongan dyst í 2012, men spældi allar dystirnar U-17 liðið spældi í 2013, sum var 10 dystir. [3]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Bróðir Høgna, Rógvi Egilstoft Nielsen, er eisini telvari og vann FM í talvi í 2012 og luttók á Talv-OL 2012. Pápi teirra er fyrrverandi fótbóltsleikari og telvarin Torkil Nielsen, ið skoraði málið hjá Føroyum í 1-0 sigrinum móti Eysturríki í 1990.