Hydra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Á havnalagnum í høvuðsbýnum Hydra síggjast ofta esil, ið verða brúkt í staðin fyri bilar.
Standmynd av Andreas Miaoulis (1768–1835) admiralur og politikari.

Hydra (Grikskt mál: Ύδρα / Idra) er ein griksk oyggj, sum liggur í oyggjabólkinum Saronisku Oyggjarnar, sum liggja í Egearahavinum. Hesar oyggjar liggja tætt við Athen og við hálvoynna Peloponnes. Oyggin er 50 km2 til støddar og har búgva umleið 2500 fólk. Tey flestu búgva í høvuðsbýnum, sum eisini eitur Hydra. Aðrar bygdir á oynni eru: Mandraki (33 íbúgvar), Kamini, Vlychos (28), Palamidas (18), Episkopi og Molos (2). Ferðavinna er ein av týdningarmestu vinnunum á Hydra. Har er eingin flogvøllur, men skjóttgangandi bátar og ferðamannaskip sigla hvønn dag millum Pireus, sum er tætt við Athen, og Hydra. Fólk koma ofta eindags útferðir til Hydra. Ferjur sigla eisini til oyggjarnar Egina, Poros og Spetses og til býirnir Nafplion og Monemvasia á Pelopones. Hydra spældi ein stóran leiklut í frælsiskollveltingini í 1821, tá grikkar stríddist fyri at fáa eitt sjálvstøðugt Grikkaland. Landið hoyrdi tá til tað Osmanniska Ríkið. Tað búðu heili 16.000 fólk á Hydra undir frælsiskrígnum.

Kend fólk[rætta | rætta wikitekst]

Listi við kendum fólkum sum antin eru av oynni Hydra ella hava búð har okkurt tíðarskeið.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið