Jump to content

Hoyvíkssáttmálin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hoyvíkssáttmálin (íslendskt: Hoyvíkursamningurinn) er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki. Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av kapitali, vørum, arbeiðsmegi og tænastum millum londini bæði. Hin 31. august 2005 varð sáttmáli millum stjórn Íslands, øðrumegin, og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, undirritaður í Hoyvík – eftir hetta nevndur Hoyvíkssáttmálin. Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er at skapa fyritreytir fyri samfelagsligari menning í Føroyum og í Íslandi. [1] Við Hoyvíkssáttmálanum verða búskaparligu sambondini millum Føroyar og Ísland nýskipað. Búskaparsáttmálar millum londini bæði hava higartil í høvuðsheitum verið avmarkaðir til frælsi fyri vøruhandil landanna millum. Hoyvíkssáttmálin fevnir afturímóti um øll týðandi búskaparøki, ið ganga aftur í nútíðar sáttmálum um tætt búskaparligt samstarv millum lond. Við gildiskomu sáttmálans verða Føroyar og Ísland eittans búskaparøki at rokna. Týðandi tættir í Hoyvíkssáttmálanum snúgva seg um at seta í gildi tey sokallaðu fýra frælsini, ið skulu tryggja, at tænastur, vørur, kapitalur og persónar kunnu flyta seg ótarnað millum londini bæði.

Hoyvíkssáttmálin er stovnsliga skipaður við ráði og felagsnevnd. Ráðið verður mannað við avvarðandi ráðharrum hjá londunum báðum, ið fara at hittast minst eina ferð um árið. Ráðið skal geva politiskan stuðul til, at sáttmálin verður framdur, og um neyðugt leiðbeina felagsnevndini í starvi hennara. Felagsnevndin skal tryggja, at sáttmálin virkar á munadyggan hátt. Nevndin kann gera tillagingar viðvíkjandi ásetingum sáttmálans um tjóðskaparviðferð og samvinnu á øðrum økjum til tess at støðugt frælsisgera handilin og at styrkja samstarvið annars millum londini bæði.

Hoyvíkssáttmálin, ið varð undirritaður í 2005, er við tíðini vorðin ein týdningarmikil karmur um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Hoyvíkssáttmálin kann verða víðkaður til eisini at fevna um onnur lond enn Føroyar og Ísland. Serstakur sáttmáli skal tá verða gjørdur um treytir og kor fyri slíkari víðkan.

  1. http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=13320