Hinvegin (tíðindasíða)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hinvegin er ein føroysk tíðindasíða, sum varð stovnað í 2022. Endamálið er sambært stovnararanum at fáa fleiri og víðari sjónarhorn fram.

Síðan hevur talufrælsi, samvitskufrælsi og trúarfrælsi sum grundarlag. Og dentur verður lagdur á, at einans í fríum samskifti ber til at fáa ymisk sjónarhorn fram, soleiðis at okkara fatan kann gerast meira víðfevnd og álítandi.[1]

Stovnari er Jón Tyril.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sverri Egholm: Hinvegin: Nýggjur miðil sær dagsins ljós, dagur.fo, 8. mars 2022