Helli
Hellini eru nógvastaðni íkomin av vatni, sum hevur seyrað niður úr erva og loyst kálkgrýtið. Tey eru fleiri túsund ára gomul. Tey ganga inn í fjøllini ella niður í undirgrundina. Eisini fram við sjóvarmálanum eru helli, og eru tey íkomin av brimi. Í Føroyum eru mong tílík helli, og í summum eru kópalátur. Helli kunnu eisini vera í jøklum og í storknaða gosgrýtinum uttan um eldgos.
Í flestum hellum er bæði myrkt og slavið. Summi helli eru ikki hægri, enn at fólk fær staðið. Onnur, sum til dømis stóru hellisskipanirnar í Pyrineafjøllum, ganga nógvar km. inn í fjøllini. Í Lascaux í Fraklandi eru tey 1,5 km. undir jørð. Har eru funnin veiðiamboð og hellismyndir, sum forsøgulig fólk fyri einum 20 000 árum síðan hava gjørt [1]. Sumstaðni í t.d. Ásia og Afrika búgva fólk enn á okkara døgum í hellum [2].
Stórur hellisskipanir eru, har ið undirlendið er kálkgrýti. Vatn er seyrað ígjøgnum kálkgrýtið í nógv túsund ár. Í regni er natúrlig sýra, og hon loysir kálkgrýtið. Smáar poknur eru so við og við vorðnar stórar holur. Soleiðis eru eisini áir, ið renna undir heilum, komnar í. Vatnið hevur so skarvað av fjallinum. At granska helli er starvið. Neyðugt er við útgerð at kunna lesa seg niður í slavnar og myrkar gongir. Umráðandi er at vera væl ílatin, at vera í hjálmi við lykt og at hava góða og nógva línu. At granska helli er hættisligt, fer brádliga at regna, kann flóta yvir, ella omanlop kann byrgja fyri, so at ikki slepst úr hellinum aftur.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.donsmaps.com/grottevache.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-04. https://web.archive.org/web/20110504195154/http://www.thetechlounge.com/news/13421/People-Really-Do-Live-in-Caves/. Heintað 2011-07-12.