Helgi Larsen
Helgi Larsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | í/á Vágur |
Starv | listafólk |
Dátuheiti |
Helgi Larsen úr Vági er ein føroyskur uppfinnari, hann uppfann eitt slóðbrótandi nýtt slag av trollemmum. Hann hevur eisini roynt seg sum listamann, hann hevur gjørt standmyndina av kyndlaberarum, sum varð avdúkað nýggjársaftan 1999 í Tríkantinum við Sandin í Vági, har ein træbátur verður brendur hvørt nýggjár.[1] Hann er stjóri í fyritøkuni SP/F HL Development, sum varð sett á stovn í 2011. Endamálið hjá fyritøkuni er at fáast við handverk, handil, íløgur og ráðgeving og annað virksemi í hesum sambandi.[2]
Trollemmarnir
[rætta | rætta wikitekst]Helgi Larsen uppfann eitt nýtt slag av trollemmum, sum verða framleiddir og seldir til trolarar kring heimin. Hann teknaði trollemmar fyri fyritøkuna Injector Trawldoors P/F, sum fyrrverandi landsliðsleikarin í fótbólti, Jan Allan Müller, var stjóri í. FaroeBusinessReport skrivaði eina grein um fyritøkuna í 2008. Har verður eitt sagt, at trollemmarnir vóru nógv eftirspurdir, tí teir sambært fleiri av brúkarunum økja um fiskiveiðuna og minka um orkunýtsluna hjá skipunum. Injector Trawldoor er heimahoyrandi í Horsens í Danmark,[3] tó fer framleiðslan fram hjá Baco Steel, sum Injector Door Ltd. eigur, í Kina á einum øki á 4000m2.[4]Á heimasíðuni hjá Injector í Horsens verður sagt á enskum um uppfinningina hjá Helga Larsen: TRAWLING HAS NEVER BEEN THE SAME since Helgi Larsen’s breakthrough invention brought us the aeronautically designed, hydro dynamically optimised trawl doors also known as the Injector doors. Vónin Canada selur eisini trollemmarnar, ið Helgi Larsen uppfann og teknaði.[5]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Helgi er sonur Magnus Johan Larsen (1922-83) úr Porkeri[6] og Marnu Poulsen (1930-98) úr Vági. Systkin: Óli, Lis, Lars og Mirjam. Tey búðu í Tippinum í Vági.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "nyggjar.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-26. https://web.archive.org/web/20131126063804/http://nyggjar.com/InfoUK.html. Heintað 2014-06-05.
- ↑ "bl.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-07. https://web.archive.org/web/20160307083628/http://www.bl.fo/Default.aspx?ID=73&PID=5697. Heintað 2014-06-05.
- ↑ fis.com
- ↑ "Injectordoor.eu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-18. https://web.archive.org/web/20141018061752/http://injectordoor.eu/Default.aspx?ID=22. Heintað 2014-06-05.
- ↑ "Vonin.ca". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-09. https://web.archive.org/web/20131209142427/http://vonin.ca/doors.html. Heintað 2014-06-05.
- ↑ Porkeri.info