Helen Keller

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Helen Keller í 1905.

Helen Adams Keller (fødd 27. juni 1880 í Tuscumbia, Alabama, deyð 1. juni 1968 í Easton, Connecticut) var ein amerikanskur rithøvundur.[1]

Tá Helen Keller var tvey ára gomul, gjørdist hon deyv og blind. Í 1887 lærdi hon, sjey ára gomul, fyri fyrstu ferð, at eitt og hvørt orð hevur ávísa merking. Tað fyrsta orðið, hon dugdi at skilja, var vatn ("water").

Seinni skrivaði hon nógvar bøkur; av teimum eru 12 útgivnar. Kendastu verkini hjá henni eru sjálvævisøgan "The Story of My Life" (útgivin í 1903), "The World I Live In" (1908) og "Light in My Darkness" (1960). Henda seinasta bókin varð tó útgivin fyri fyrstu ferð í 1927 undir heitinum "My Religion".

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Helen Keller, imdb.com
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana