Hans Mikael Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hans Mikael Jacobsen (føddur á Kirkju í Fugloy í 1901, doyði í 1960) var ein føroyskur lærari og rithøvundur. 25 ára gamal fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1929. Árið eftir varð hann settur í starv sum lærari í Fugloy, men vegna heilsubrek mátti hann í 1940 leggja starvið frá sær við eftirløn. Hann andaðist í 1960, tá hevði hann í nøkur ár búð í Klaksvík.

Umframt at skriva upp hóp av frásøgnum og sagnakendum tilfari yrkti Hans Mikael fleiri sálmar, harav níggju standa í Sálmabók Føroya Fólks.[1]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1979 - Høvdið uppundan, savn av sagnakendum tilfari, útgivið av soni hansara, Jákup á Fløtti Jacobsen.
  • Níggju av sálmum hansara standa í Sálmabók Føroya Fólks

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "snar.fo - Hans Mikael Jacobsen (1901-1960)". http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/j/jacobsen-hans-mikael/. Heintað 2014-10-22. 

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.