Hans Christopher Müller
Hans Christopher Müller | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 2. sep 1818 í/á Tórshavn |
Andaðist | 25. des 1897 í/á Tórshavn |
Starv | politikari, keypmaður, reiðari, sýslumaður, postal official, myndatakari |
Politiskur flokkur | Højre |
Børn | Søren Emil Müller |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Hans Christopher Müller |
Hans Christopher Müller (føddur 2. september 1818 í Havn, deyður 25. desember 1897 í Havn) var sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Tá fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Havn 1. mars 1870 stóð hann fyri posthúsinum tey fyrstu árini.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hans Christopher Müller var sonur sýslumannin Rasmus Müller og Siggu Joensdatter. Müller var klókur maður og yvirtók í 1843 embætið sum sýslumaður í Streymoy eftir pápa sín. Hann gjørdist løgtingslimur og seinni, í 1869, gjørdist hann postekspeditørur í Havn og agentur fyri DFDS (1866). Han var áhugaður í altjóða viðurskiftum og vitjaði handils og heimsframsýningar í Týsklandi og Onglandi. Hann hevði ognað sær eina stóra vitan um Føroya flora og fauna, var sjálvlærdur, og savnaði plantur, sum hann sendi til Japetus Steenstrup í Keypmannahavn. Hann rindaði 2 ríkisdálar fyri hvønn skotnan hvítflekkutan ravn úr Nólsoy, sum skaffaði útstappaði eintøk av hesum ravni til Zoologisk Museum, men sum eisini var viðvirkandi orsøk til at fuglurin bleiv týndur.
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hann umboðaði Suðurstreymoy í Løgtinginum 1852-55, 1865-1881 og 1885-92 og Norðstreymoy 1857-59.
Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1849, eftir at Grundlógin varð samtykt í Fólkatinginum, men hann varð ikki valdur. Hann stillaði eisini upp í 1852, men aftur hesaferð vann løgfrøðingurin Niels Winther. Ikki fyrr enn hesin í 1858 sjálvboðin frásegði sær sín sess, varð Müller valdur inn í Folkatingið. Hann varð afturvaldur tvey tey næstu fólkatingsvalini, men í 1864 vann skúlalærarin Jacob Petersen yvir honum. Í staðin varð Müller valdur inn í Landstingið við einum eykavali, og har sat hann til 1886, tá ið hann ikki varð afturvaldur. Árið eftir, í 1887 varð hann aftur valdur inn í Fólkatingið, har hann sat til 1890. Hann tók sum oftast bert orðið, tá ið talan var um viðurskifti, ið høvdu við Føroyar at gera.
Müller var giftur við Marin Kristinu f. Olsen.
Hann var Riddari av Dannebrog.[1] Müller er grivin á Gamla kirkjugarði í Havn.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Inskriptión á gravsteini hansara.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 321. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)