Jump to content

Hamradun

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hamradun er ein føroyskur fólka-rokk tónleikabólkur. Forsangarin í bólkinum er Pól Arni Holm av Tvøroyri, ið var forsangari í Týr frá 1998 til 2002. Hamradun gav út fyrstu útgávuna í 2015, talan var um eina fløgu við 7 sangum, allir á føroyskum. Nevnast kunnu Sneppan í Hamrabyrgi, ið byggir á søgnina um eina kvinnu, ið búði einsamøll eftir í Hamrabyrgi (í somu vík sum Víkarbyrgi í Suðuroynni), av tí at øll hini í bygdini vóru deyð av svartadeyða, og so gingu fólk úr Sumba og kastaðu mat niður til hana, so hon ikki doyði í hungri. Ein sangur er um frísarnir í Akrabergi og ein um Snæbjørn, ið eisini er ein søgn úr Suðuroynni. Sinklars vísa er eisini við á fløguni.[1] John Áki Egholm spælir og syngur eisini við í Hamradun, hann er eisini kendur frá bólkinum tungmálmsbólkinum Hamferð. Uni Debess er kendur frá fleiri blues-bólkum, eitt nú GoGo Blues.[2]

Limir í bólkinum

[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2015 - Hamradun, Tutl. Fløga við 7 sangum.
  • 2019 - Hetjuslóð
  • 2024 - Nætur níggju
  • Hamradun tilnevndur FMA 2016 virðislønir í bólkunum Ársins nýggja navn og Ársins bólkur
  • Forsangarin í Hamradun, Pól Arni Holm, tilnevndur Ársins sangari á FMA 20116
  1. "tutlrecords.com - Hamradun". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-27. https://web.archive.org/web/20160327225110/http://tutlrecords.com/products_show.php?ProductId=747. Heintað 2016-03-08. 
  2. "tutlrecords.com - Roaring new release from Hamradun". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-10-20. https://web.archive.org/web/20201020113005/https://tutlrecords.com/news_show.php?NewsId=91. Heintað 2016-03-08. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]